Stella sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík

Framsýningin verður millum 28. januar og 1. februar

SelviZach Arts by Stella Zachariassen hevur aftur í ár máningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hesuferð verður framsýningin frá fríggjadegnum 28. Januar og heldur fram til og við týsdagin 1. Februar.

 

Heitið á málningaframsýningini er "HEIMLANDIÐ", og er talan um málningar hjá Stellu, sum lýsa Føroyar gjøgnum hennara eygu.

 

Stella vísir við sínum málningum ymisk fyribrygdi, mentanarvirði, lív og náttúrustøð, ið hon fangar tað við sínum eygum. Leggjast kann afturat, at málningarnir eru sera litríkir.

 

Stella tekur í løtuni eina listútbúgving og tað er við hesum ymisku førleikum hon hevur málað málningarnar, ið vera sýndir fram í Smiðjuni.

 

Opið verður soleiðis:

 

28/1. 12-18

 

29/1. 10-16

 

30/1. 14-18

 

31/1. 12-18

 

1/2. 12-18

 

Ein kapping er á hennara facebook síðu í samband við framsýningina. Til ber at lesa meir og síggja og lesa meira á facebook/SelviZach Arts og á Instagram/stella_zachariassen.