Stemningurin var ótrúligur

Eins og hjá kvinnunum, átti málverjin sín stóra leiklut í, at kyndilsmenninir komandi árið kunnu kalla seg steypavinnarar

Ein av orsøkunum til at tað eydnaðist Kyndli at taka Neistan aftur, var at Lars Winther stóð seg sea væl í seinna hálvleiki.

Efti dystin hittu vit Lars, og spurdu hann, hvussu tað bar til, at hann menti seg somikið nógv í seinna hálvleiki.

Sjálvur heldur hann, at høvuðsorsøkin til, at hann byrjaði at fanga skotini var, at Heini og Áki vórðu mansvardir. - Hetta tók líka sum broddin av teirra skotstyrki, og beint eftir hetta hevði eg tvær bjargingar sjálvir, og so koyrir tað bara, sigur Lars, sum annars eisini legði stóran dent á, at stemningurin, sum var í høllini, eisini gjørdi sítt til, at kyndilsliðið megnaði stóra takið.


Liðavrik

Lars hevði tó ongan hug til at taka allan heiðurin einsamallur, men legði í staðin dent á, at talan var um eitt rættuligt liðavrik, har hvør tann einasti leikari gjørdi sítt til at venda dystargongdini.

- Eisini hevði tað stóran týdning, at Petur ikki stóð seg eins væl í seinna hálvleiki, sumí fyrra, og hóast Bogi stóð seg væl, tá hann kom inn, so var tað ikki nóg mikið til at bremsa okkum.