Tað tykist mongum, sum ganga sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og lønardeildina undir Fíggjarmálastýrinum sera strilti.
Henda hugsan verður staðfest, um ein vitjar tíðindatænastuna hjá Lærarafelagnum á heimasíðu felagsins.
Har stendur stutt og greitt, at samráðingar við Fíggjarmálastýrið 7. februar vóru ikki minni trekar, enn undanfarnu samráðingarumførini.
Hetta var fimta samráðingarumfar, síðani samráðingarnar byrjaðu.
Sum í klettinum
Forkvinnan í Føroya Lærararfelag, Elsa Birgitta Petersen sigur, at tað gongur ikki væl og at torført er at fáa eyga á ein glotta.
- Vit eru komin sera stutt. Ein kann siga, at heilt lítið av realitetsamráðingum hava verið, sigur Elsa Birgitta Petersen.
- Sigast kann, at tað stendur fast sum í klettinum, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum.
Partarnir skuldu aftur á fund í morgun, hósmorgun, klokkan 10, og tað er eisinasti glottin, metti Elsa Birgitta Petersen í gjár.
Hon vil ikki inn á smálutir í samráðingunum, tí møguliga kemur gongd á, tá partarnir hittast aftur.
Verkfall
- Um myndugleikin heldur á at hava somu støðu, sum nú, so verður óivað verkfall, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Sostatt er vandi fyri fyrsta verkfalli í søgu Føroya Lærarafelags, sum nú hevur limir, ið hava verkfallsrætt og tað hevur felagið ikki havt áður. Eldru lærararnir eru flest allir tænastumenn, men yngru lærararnir eru ikki tænastumenn og hava tískil verkfallsrætt. Teir telja umleið 1/3 av limunum í felagnum
Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið er galdandi til 1. mars.
Í heyst, tann 31. oktober, funnu partarnir fram til eina fyribils semju, sum gongur fram til 1. mars, tí verulig semja kom ikki í lag tá. Í semjuni tá stendur, hvat samráðast skal um nú, men semja fæst nú ikki um hetta.
Føroya Lærarafelag hevur áður sagt, at nú skal veruligur sáttmáli fáast í lag.
Dyggan stuðul
Føroya Lærarafelag hevur fingið dyggan stuðul frá limum sínum, sum heita á felagið, um at halda fast við krøvini.
Føroya Lærarafelag hevur m.a. víst á, at nýggja fólkaskúlalógin krevur meira og tískil kostar.
Felagið hevur m.a. lagt dent á lønarkrøv og arbeiðstíð. Felagið ynskir, at skúlaleiðslurnar fáa tíð til umsiting og at lærarar fáa tíð til ráðlegging.
Blað í hvørt hús um møguligt verkfall
Føroya Lærarafelag arbeiðir við einum blað, sum skal í hvørt hús, fyri at greiða frá støðuni undan einum møguligum verkfalli
Føroya Lærarafelag gevur út limablaðið Skúlablaðið, men nú fyririkar felagið eitt eykablað, sum skal í hvørt hús í landinum.
- Vit geva út eitt eykablað undan einum møguligum verkfalli. Tað sita vit og stríðast við nú, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen.
- Blaðið kemur út seinast í februar. Hetta gera vit fyri at greiða frá okkara støðu, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Hon leggur afturat, at felagið ikki heilt veit, um fólk eru greið yvir álvaran í málinum og hvat felagið meinar við og tí greiðir felagið frá støðuni í blaðnum
Mótvegis Skúlablaðnum, so verður eykablaðið borið út í hvørt hús.