Sterk søga: Jóhannes varð grøddur við bøn

Fleiri læknar, sum tóku óteljandi royndir, søgdu, at maðurin hevði lymfukrabba, men tá Jóhannes M. Eysturdal skuldi í eina drúgva kemoviðgerð, var krabbin sporleyst burtur.

 

 

Um páskirnar í fjør byrjaði klaksvíkingurin, Jóhannes M. Eysturdal, sum býr og er giftur í Havn, at hovna í vinstru síðu á hálsinum og fekk fepur. Tá ein vika var farin, og hetta ikki hevði rættað seg aftur, samstundis sum hann áhaldandi hevði fepur, fór hann hin 16. apríl til lækna. 

Tá kommunulæknin sá, hvussu vorðið var, sendi hann mannin til hálslæknan á Landssjúkrahúsinum. Hetta var í byrjanini av koronu-tíðini, og tískil var trupult at hava nakran við sær til læknan á Landssjúkrahúsinum.

Jóhannes, sum er timburmaður, arbeiðir sum húsavørður í Havn. Kona hansara, Jonna á Sondum Estbú, er heilsurøktari og samskipari á dagtilboði. Men, henda fyrsta dagin á Landssjúkrahúsinum, sum var hin 22. apríl, fór Jóhannes einamallur inn til læknan. 

- Læknin tók biopsi og segði, at soleiðis, sum hon dugdi at síggja, var hetta helst krabbi. Læknin vildi eisini hava eina CT-skanning, og eg skuldi fáa nærri boð, tá svarini komu aftur, sigur Jóhannes.

VikuskiftisSosialurin hevur skift orð við hjúnini um torføru tíðina og sjúkraleguna, sum byrjaði fyri skjótt einum ári síðan, men sum endaði sum ein sólskinssøga.

 

Alt bendi á krabba

Jóhannes vísir á, at einar tvær vikur seinni vildu tey á Landssjúkrahúsinum taka nýggjar royndir, og hesaferð var konan, við. Tá hon er heilsurøktari, helt hon, at hon í ávísan mun kundi lofta ymiskum av tí, sum læknarnir søgdu, eins og hon kundi seta viðkomandi spurningar.

- Eg skilti á læknanum, at tey vóru ikki nøgd við svarini, tey høvdu fingið. Jú, lymfurnar vóru hovnar. Tað bæði sást og føldist, men spurningurin var, hví lymfurnar vóru so hovnar.

Jonna vísir á, at tá maðurin nú møtti aðru ferð á Landssjúkrahúsinum, tóku tey nýggjar royndir og skannaðu hálsin.

- Tey markaðu fyri á hálsinum, har hovnu lymfurnar vóru og søgdu, at soleiðis, sum hetta sá út, var tað helst krabbi. Vit skuldu hoyra aftur um eina viku, tá svarini upp á nýggju royndirnar vóru komin. 

Henda dagin koyrdi Jonna mannin til hús, áðrenn hon fór aftur til arbeiðis. 

- Men, eg var ikki komin aftur á arbeiðsplássið, tá Jóhannes ringdi. Nú høvdu tey longu ringt av Landssjúkrahúsinum og søgdu, at ferðaseðlarnir til Danmarkar vóru klárir, og at maðurin skuldi niður sum skjótast.  

Hetta var týsdagin hin 5. mai, men vegna koronu tók tað nakrar dagar, áðrenn tey kundu fara av landinum.

 

Hálsurin ógvuliga hovin

Longu um páskirnar var Jóhannes byrjaður at hovna í vinstru síðu á hálsinum, samstundis sum hann hevði heilt nógvan fepur. Meðan hjúnini nú bíðaðu eftir at sleppa til Danmarkar, byrjaði hálsurin eisini at hovna høgrumegin. 

Jonna sigur, at sum dagarnir gingu, var allur hálsurin so hovin, at hann líka sum hevði eina “hill” undir oyrunum. 

Jóhannes, sum brúkar hoyritól, sigur, at hálsurin var so hovin, at hann trýsti upp undir kjálkarnar og oyruni. 

- Hetta gav mær pínu upp í oyruni, og eg kundi ikki brúka hoyritólið. Hetta gjørdist rættiliga keðiligt, tá eg so at siga onki hoyri uttan hoyritólini, sigur hann.

Meðan hjúnini bíðaðu eftir at fara niður á Ríkissjúkrahúsið, fekk Jóhannes eisini knútar aftan fyri oyruni eins og knútarnir, sum vóru byrjaðir vinstru megin, nú eisini vóru høgrumegin.

Jonna vísir á, at sum dagarnir gingu, var hálsurin faktiskt tjykri enn høvdið, so hovin var hálsurin. Fepurin bleiv við at vera so ræðuliga høgur, og onkuntíð oman fyri 40 stig. 

- Í royndini at dempa fepurin gav eg honum panodil, men tað hjálpti bara eitt vet. Eitt kvøldið ringdu vit til vaktlæknan, tí fepurin vildi ikki niður. Læknin vildi ikki leggja hann inn vegna vandan fyri koronu, nú vit skuldu til Danmarkar um tveir dagar. Læknin bað meg siga frá, um støðan gjørdist enn verri, leggur hon aftrat.

 

Fingu stuðul og troyst

Tað hoyrir við upp í søguna, at hjúnini bæði hava sína gongd í fríkirkjuni Oasuni í Hoyvík. Um hesa tíðina fór ein umbygging fram í Oasuni, og her hevði Jóhannes sum timburmaður eisini verið við í arbeiðnum. 

Nú støðan hjá honum var vorðin so trupul, og hann var sjúkur og veikur, gjørdust trúføstu vinirnir, sum hjúnini høvdu í Oasuni, ein dyggur stuðul.

- Tey ringdu, og tey skrivaðu, og tey bóðu óteljandi bønir fyri Jóhannesi, eins og onkur í samkomuni eisini var á gátt og salvaði hann. Bæði fólk í samkomuni, familja og vinfólk annars, sum vit hava kring um, vendu sær til okkara og vístu sín stuðul, veittu troyst og søgdu seg biðja fyri manni mínum, sigur Jonna. 

Nú var Jóhannes vorðin veikur og orkaði ikki nógv.

 

Á Ríkissjúkrahúsið

Mánadagin hin 11. mai fóru hjúnini so til Danmarkar, og tveir dagar seinni skuldi Jóhannes til kanningar.

- Á Ríkissjúkrahúsinum varð eg aftur bæði kannaður og skannaður, og her fekk eg at vita, at fleiri knútar vóru við krabba í. Eg fekk eisini at vita, at tey skuldu taka ein lymfuknút úr hálsinum fyri at finna út av, um nøkur spjaðing var, og hvørja viðgerð eg skuldi hava, sigur hann.

Boðini, sum Jóhannes nú fekk, vóru, at hann kundi vænta sær endalig svar um eina viku. 

Jonna, sum var í Danmark saman við manninum, sigur, at veðrið var keðiligt í Keypmannahavn hesar dagar við regni og vindi.

- Vit kundu ikki vera úti, og inni á Sjúklingahotellinum varð ansað væl eftir, at smitta ikki kom í húsið. So, her vóru vit fyri tað mesta á kamarinum. Tað fór tískil at gerast nokso trupult at vera í Danmark, meðan bíðað varð eftir svari. Vit komu til ta niðurstøðu, at frægast mundi vera at fara heim til Føroya at bíða, sjálvt um vit noyddust í sóttarhald.

Jonna vísir á, at almenna støðan hjá Jóhannesi nú var ógvuliga vánalig. Hann hevði enn nógvan fepur, var ógvuliga hovin, kaldur og heitur - hvørt um annað. 

- Við ongum hoyritóli hoyrdi hann so at siga einki, og hann orkaði illa at vera millum fólk, sigur hon.

 

Tankarnir vóru nógvir

Eftir at hava verið heima í Føroyum í nakrar dagar, har tey høvdu havt vitjan, og mong høvdu skrivað og ringt og ynskt bestu eydnu, bar leiðin hjá hjúnunum aftur til Danmarkar hin 25. mai. 

Hesaferð vistu hjúnini ikki, hvussu drúgvur steðgurin í Danmark fór at verða, og tískil høvdu tey pakkað kuffertini, so tey kundu klára seg í eina tíð. 

Men, ávegis í flogfarið í Vágum komu boðini um, at tey skuldu ikki koma til Danmarkar henda dagin kortini, tí endaligu svarini upp á royndirnar á Ríkissjúkrahúsinum vóru ikki komin. 

Fólk á flogvøllinum máttu nú finna kuffertini hjá Jóhannesi og Jonnu aftur í flogfarinum, og tá tey høvdu fingið hesi, bar leiðin aftur til Havnar at bíða. 

- Jú, tankarnir vóru nógvir, meðan eg bíðaði. Eg hugsaði, hvussu leingi eg fór at klára hetta. Ei heldur visti eg, hvat lá fyri framman. At hava krabba í lymfunum ljóðar keðiligt, og eg hevði skilt, at hetta kundi gerast ein trupul sjúkugongd. Tað eru nógv sum doyggja við lymfukrabba, sigur Jóhannes álvarsamur. 

 

Jesus nam við meg

Tað gekk ikki væl hjá Jóhannesi at sova um næturnar, og hann vaknaði ofta. Ta eina náttina svav hann serliga illa. Hann bleiv við at vakna av onkrum, sum nært við hann og líka sum tók í hann. Hann hoyrdi okkurt, men skilti ikki, hvat varð sagt. 

- Ein serligur hiti fór ígjøgnum kroppin á mær, og sum náttin leið, ivaðist eg ikki í, at hetta var kraftin í øllum bønunum, sum vóru bidnar fyri mær, og at tað var Jesus, sum nam við meg, sigur Jóhannes.

Tá hann vaknaði morgunin eftir og fór upp, var hálsurin ikki so hovin, sum hann hevði verið, og hann hevði tað eisini betur.  

Jonna leggur aftrat, at seinastu vikuna, tey vóru heima, minkaði hevilsið í hálsinum, fepurin hvarv, og heilsustøðan hjá Jóhannesi batnaði munandi.

 

Aftur til Danmarkar

Fríggjardagin hin 5. juni - sjálvan grundlógardagin - fóru hjúnini so aftur til Danmarkar, tí nú var svarið upp á royndir og skanningar komið.

- Læknin, sum vit nú komu til á Ríkissjúkrahúsinum hin 8. juni, kundi við vissu siga, at Jóhannes hevði krabba í lymfunum, og at viðgerðin fór at verða kemo í tríggjar til seks mánaðir. Alla hesa tíð skuldi vit vera í Danmark, og vit fóru ikki at sleppa heim til Føroya millum viðgerðirnar. Læknin segði, at nú hoyrdi sjúkan hjá Jóhannesi undir blóðsjúkur, og at tað nú vóru blóðlæknarnir, sum fóru at taka yvir.

Henda dagin sendir Jonna sms-boð til familju og vinir, og boðini eru soljóðandi:

“Vit hava fingið at vita, at tað er krabbi. Jóhannes skal til ein blóðlækna í morgin og taka ryggmergroynd mikudagin...”

Longu dagin eftir, hin 9. juni, hittu hjúnini so blóðlæknan, sum var sera fyrikomandi. Her spurdi Jonna um viðgerðina, sum lá fyri framman, og hvussu drúgv viðgerðin væntandi fór at verða. 

- Men, blóðlæknin vildi ikki svara, fyrr enn hann hevði tikið eina rúgvu av ymiskum royndum aftrat. Hann segði, at krabbin, sum Jóhannes hevði, var ikki arvaligur, og at útlitini fyri at gerast frískur vóru góð. Læknin spurdi nógv. Vit søgdu, at hevilsið í hálsinum var minkað, og at fepurin nú var burtur.

 

Ikki upplivað áður 

Jonna sigur, at meðan tey soleiðis skiftu orð við blóðlæknan, heldur hesin fyri, at Jóhannes jú hevði fingið prednisolon, sum hevði gjørt, at hann ikki var so hovin longur, og fepurin var horvin. 

- Nei, hann hevur einki annað fingið enn panodil til at lætta um fepurin, kundi Jonna vissa læknan um. 

Nú gjørdist blóðlæknin rættiliga ovfarin og helt fyri:

- Hvat sigur tú? Tað havi eg ikki upplivað áður, at hevilsið bara hvørvur. Vit bíða við nærri svarum, til vit síggjast aftur um hálva aðru viku, segði blóðlæknin. 

Áðrenn hjúnini og blóðlæknin skiltust henda dagin, hevði Jóhannes fingið ein fullan kalendara við tíðum til eitt nú blóðroyndir, skanningar, biopsi og hjartamyndir.

- Hetta vóru strævnir dagar, ásanna tey bæði.

 

Krabbin sum hvarv

Endiliga kom so dagurin, tá hjúnini skuldu fáa svar. Hetta var hin 18. juni, og hesin dagur verður seint gloymdur. 

Í bíðirúminum hjá blóðlæknanum sótu tey í ein tíma og 20 minuttir, áðrenn tey vórðu rópt innar.

- Læknin bað okkum seta okkum. Hann skuldi koma beint aftur. Nú bíðaðu vit aftur í ein hálvan tíma. Læknin virkaði so ørkymlaður, tá hann setti seg at skrolla á telduni. Stundum skrollaði hann, og stundum hugdi hann upp á okkum. 

Hjúnini, sum nú sótu yvir av læknanum, siga, at hesin greiddi teimum frá um allar royndirnar og skanningarnar, og at alt sá gott út. Niðurstøðan hjá blóðlæknanum var, at allir krabbasvullirnir vóru burtur.

- Eg spurdi Jóhannes, um hann hoyrdi, hvat læknin segði. Tað gjørdi hann ikki, og eg mátti tí endurtaka tað.

Blóðlæknin endurtók eisini og legði soleiðis aftrat:

- Nú kanst tú fara heim og fara aftur til arbeiðis! 

Jamen, hvat við viðgerðini, sum skuldi verða og sum lá fyri framman, vildi Jonna nú hava at vita, men enn einaferð segði læknin:

- Tú ert frískur, og tú kanst fara aftur til arbeiðis!

Hjúnini gjørdust sjálvsagt ómetaliga glað, men tey gjørdust eisini málleys.  

Henda dagin sendir Jonna sms-boð til familju og vinir og skrivar soleiðis: 

“Hey, undrið er hent. Krabbin, sum var, er burtur. Skal til skanning um tríggjar mánaðir fyri ikki at sleppa honum...”

 

Eisini endurkannaður

Boðini hjá blóðlæknanum vóru, at Jóhannes skuldi møta aftur til eina uppfylgjandi skanning um tríggjar mánaðir. 

Hin 19. juni flugu hjúnini heim aftur til Føroya, Jóhannes Eysturdal sum frískur maður.  

- Eg var til skanning aftur í Danmark í endanum av oktober síðsta ár, og her var alt, sum tað skuldi, leggur hann aftrat.

Heimafturkomin til Føroya fór Jóhannes aftur til arbeiðis, og hann hevur havt tað gott, undantikið at onkur smávegis árin hava verið av øllum teimum mongu kanningunum og royndunum hann var ígjøgnum undir sjúkraleguni.

##med2##

Millum kanningarnar var eisini ein rímiliga stórur skurður í hálsin vinstru megin, har ein lymfeknútur varð tikin og kannaðar. Hetta varð gjørt fyri at staðfesta, um spjaðing var, og hvørja vidgerð Jóhannes skuldi hava.

Men, hjá Jóhannesi Eysturdal hvarv krabbin uttan nakra læknaliga viðgerð sum døgg fyri sól.

 

Tøkkina eigur Jesus

- Vit eru sera takksom fyri, at alt gekk so væl, og vit takka hjartaliga fyri allan tann stuðul, troyst og bønir, sum eru bornar, bæði í samkomuni og millum okkara vinfólk, nær og fjar. Vit takka eisini Sjúklingahotellinum og teimum fólkum, sum har vóru, fyri samveru, tó at neyðugt var at fyrihalda seg til avmarkingar í samband við koronu.  

Bæði Jóhannes og Jonna ásanna, at hetta var ein harður umgangur og ein strævin tíð. Eingin ivi skal vera um tað, men tey vita eisini, at tey hava alt at takka fyri.  

- Tað kann ikki sigast við orðum, hvussu stóran týdning stuðulin og bønirnar hava havt fyri meg. Størstu tøkkina eigur Jesus fyri, at hann legði sína hond á meg og gjørdi meg frískan. Eg eri onga løtu í iva um, at tað var hetta, sum hendi, og hetta eri eg honum ógvuliga eyðmjúkur og takksamur fyri, sigur Jóhannes Eysturdal, sum ikki kann lata vera við at vísa til tvey ørindi í Matteusar Evangelii, kapitul 8, vers 14 og 15:

“Og tá ið Jesus kom inn við hús hjá Pæturi, sá hann vermóður hansara liggja sjúka av hitasótt...

“Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum...”

##med3##