Stór altjóða sterka manna kapping verður í høllini á Hálsi í Havn, fríggjakvøldið 2. mai klokkan 19. Kappast verður um hvør er sterkastur maður í norður-Evropa.
Sterkastu menn úr Ìslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Onglandi og úr Føroyum fara at kappast um hetta heitið.
Teir sum kappast:
Haftur Bjørnsson úr Íslandi, betur kendur millum manna, sum Thor, hevur vunnið trý tey seinastu árini heitið: "Sterkasti maður í Ìslandi". Hann er 207 cm til hæddar, vigar 190 kg, og er 25 ára gamal. Hevur í ár kappast í bæði "Arnold Schwarzenegger strong man" í Los Angeles í Kalifornia, og vann eina kapping i Avstralia fyri stuttum. Thor er eisini blivin nummar trý til heimsins sterkasta mann (World Strongest Man - WSM) tvey tey seinastu árini.
Ole Martin Hansen úr Noregi vann í fjør heitið, sum sterkasti maður í Noregi. Ole Martin hevur roynt seg til kvalifisering til WSM. Hann er 186 cm til hæddar, vigar 150 kg, og er 35 ára gamal.
Sebastian Davidsson úr Svøríki bleiv nummar tvey í kappingini um at gerast sterkasti maður í Svøríki í 2013. Hann hevur vunnið nógvar kappingar í heimlandi sínum. Sebastian er 193 cm til hæddar, vigar 140 kg og er 34 ára gamal. Maðurin, ið annars er sterkasti maður í Svøríki mátti melda frá vegna skaða. Hann gjørdist nummar 8 til WSM í fjør, so støðið er rættiliga høgt í Svøríki.
Nicolai Hansen hevur verið í Føroym tvey tey síðstu árini, so hann er ikki ókendur her á leiðum. Hann hevur vunnið heitið, sum sterkasti maður í Danmark fimm tey seinastu árini. Nicolai er 188 cm til hæddar, vigar 145 kg og er 38 ára gamal. Hann hevur eisini heimsins sterkasta "greb", ella sagt við øðrum orðum: hendur.
Laurence Shahlaei er sterkasti maður í Onglandi. Hann vann heitið, sum sterikasti maður í Onglandi í 2010. Laurence gjørdist eisini sterkasti maður í Stórabretlandi í 2012-2013, og hann gjørdist nummar fýra til WSM í 2011. Laurence er 189 cm til hæddar, vigar 156 kg, og er 33 ára gamal.
Seinast er at nevna okkara egna Boga Hammer, ið gjørdist Føroya sterkasti maður í fjør. Bogi er eisini føroyameistari í powerlifting í Føroyum, árini 2012-2013. Bogi er 193 cm til hæddar, vigar 125 kg, og er 37 ára gamal. So her er veruliga lagt upp til eitt risastórt brak í høllini á Hálsi í Havn, fríggjakvøldið 2. mai klokkan 19.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Boga Hammer um kappingina.