Sterkir menn klárir

Jákup Súni Berg og Bjarni Nielsen skulu í morgin takast við Danmark í styrkilandsdysti

Í morgin verður styrkilandsdystur millum Føroyar og Danmark í høllini á Hálsi. Tað eru teir báðir sterkastu menninir í Føroyum, Bjarni Nielsen og Jákup Súni Berg, ið skulu takast við tveir teir sterkastu menninir í Danmark, Mikkel Leicht og Nicolai Hansen.

 

Føroysku menninir eru til reiðar og hava í eina tíð vant fram móti landsdystinum, sum er eitt sindur øðrvísi enn vit kenna tað. Í staðin fyri at luttakararnir gera øvislini hvør sær, so skulu teir nú gera tey í felag. Tað vil siga, at Jákup Súni og Bjarni skulu lyfta, bera og toga í felaga móti Mikkel Leicht og Nicolai Hansen.

 

- Eg eri í mínum lívsformi, sigur 26 ára gamli Bjarni Nielsen, sum er sterkasti maður í Føroyum.

 

Liðfelagin, 34 ára gamli Jákup Súni Berg, sigur somuliðis at hann er so góðum formi, sum hann eina ferð kann blíva. Hann er tó varin um vónirnar til at vinna styrkilandsdystin.

 

- Eg havi lært ikki at taka munnin ov fullan, men um alt gongur væl, so er tað ein møguleikin at vit kunnu vinna, sigur Jákup Súni Berg.

 

Styrkilandsdysturin millum Føroyar og Danmark verður í høllini á Hálsi í morgin klokkan 16 til 18.