Steve Bruce gevst í Hull

Heldur óvæntað er Steve Bruce givin í Hull beint áðrenn Premier League fer av bakkastokki

Steve Bruce er í dag heldur óvæntað givin sum venjari í Hull City, bert tríggjar vikur undan at kappingin fer av bakkastokki. Tað skrivar enskir miðlar. 


Steve Bruce luttók ikki í dag til venjingina hjá Hull City. Hann hevur fyrr í summar sagt, at hann ikki er heilt vísur um sína framtíð í felagnum, av tí at Hull City í løtuni er til sølu.

 

Bretskir miðlar skriva víðari at Steve Bruce kann venda aftur til sítt fyrrverandi felag, Sunderland, sum í næstum skal hava nýggjan venjara, tá núverandi venjarin, Sam Allardyce, innan stutta tíð verður kunngjørdur sum enskur landsliðsvenjari.

 

Somu miðlar skrivaðu annars í gjár, at David Moyes var stórfavorittur til tað venjarastarvið.