Stevna beint á húsagang

Sat til kaffi nú ein dagin, tá ið tað bleiv lisið hart úr Dimmu um 325 feløg, sum stevna móti húsagangi

Har varð Akstur, navnið á mínum smápartafelag, eisini nevnt. Eg flenti fyrst, tí felagið hevur nærum ligið óvirkið síðani eg fekk staðfest sjúku fyri fimm árum síðan og havi spakuliga riggað av, so sjálvandi síggja tølini ikki so pen út í rokniskapinum, tá nærum eingin inntøka er.
Men eftir at hava lisið tað, sum Dimmalætting hevði skrivað, so føldi eg meg særdan, ja faktiskt ærumeiddan, tí Akstur er ikki mær vitandi á veg á húsagang, men eg skal avtaka mítt felag, og har eru fleiri nøvn á feløgum sum eg kenni, sum bestemt ikki eru á veg á húsagang.
Hvat vildi Dimmalætting við hasum listanum, sum nevnt er kanska ikki so farligt hjá mær, tí Akstur skal avtakast allíkavæl, men nógv av hasum feløgum sum eisini stóðu á listanum hava ikki ætlanir at gevast. So hví prenta ein lista við nøvnum á feløgum, sum kanska ikki hava so pen tøl í rokniskapinum, fólk sum lesa Dimmu fáa ta fatan, at hetta eru ikki feløg sum eru verd at brúka, tí tey fara jú á heysin, (sambart Dimmalætting) tað tykir mær, at Dimmalætting sparkar liggjandi mann/feløg.
Tað kennist ikki sørt ærumeiðandi at standa á einum slíkum lista, so um tað var ætlanin, so varð væl sparkað.