Stevna Tjóðveldisfloksins

Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.

Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. September 1946.

Hetta stendur millum annað í grein 1 í stevnu Tjóðveldisfloksins, soleiðis sum hon varð samtykt á stovningarfundi floksins 20. og 21. mai í 1948.

Tá føroyingar í hesum døgum fáa alskins valtilfar inn um dyrnar, tað veri seg gjøgnum loftmiðlarnar og í bløðunum, so er eingin flokkur, sum hevur so greiðan setning at leggja fram fyri veljaran sum Tjóðveldisflokkurin.

Eitt av aðalmálum hjá einum tjóðveldisumboði á fólkatingi verður at kunna danir og danskar politikarar um vilja floksins í hesum tjóðskaparmáli, og harvið fáa danir at skilja, at tað eru mennandi sjálvstýrisrøddir, sum taka undir við tí kós, sum fólki setti út í korti við fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946.

Í síni fyrstu røðu á fólkatingi í 1973 vísti Erlendur Patursson, sáli á hesi sjónarmið og seinni við, men síðani hann varð avloystur á fólkatingi í 1977 hevur einki umboð klovið í tvey um sjálvstýri, - tíansheldur um loysing, so ikki kunnu vit vænta, at danir síggja rætta høpi í sjálvstýrisstremban/ynski fólksins, sum alsamt meiri nú enn nakrantíð ger vart við seg.

Vitandi um at tingviðgerðir og atkvøðugreiðslur úr løgtinginum verða endurgivnar fyri donsku stjórnini (umvegis ríkisumboðsmannin) og harvið eisini donskum politikarum, so má føroyskur sjálvstýrispolitikkur tykjast dønum fløktur, um vit taka ferskasta dømi fram, hvar millum annað Fólkaflokkurin, sum hevur radikalt sjálvstýri í síni stevnu - bert lat eina ja atkvøðu (E. Viderø) til yvirtøkuna av fólkakirkjuni.

Sami flokkur sendi frá seinasta landsfundi floksins tann gleðiliga boðskap út til fólkið, at nú skuldu teir taka annað skinn um bak og føra ein greiðari sjálvstýrispolitikk - og hvat hendi í kjalarvørrinum av hesum boðskapi, - jú, nú høvdu teir fingið tingmann valdan inn á sambandslistanum við seinasta løgtingsval at hjálp sær at fremja rættan sjálvstýrispolitikk í verki.

Sami sambands/fólkafloksmaður segði í viðtalu við sjónvarpið, at ríkisfelagsskapin fór hann kortini at halda uppá.

Vit føroyingar skilja ikki henda radikala sjálvstýrispolitikk, hvussu skulu so onnur uttanfyri landoddarnar fáa eyga á sikti?

Vónandi kann ein dyggur hvøkkur fáa henda flokk aftur á beint, so hann kann hjálpa okkum í Tjóðveldisflokkinum at fremja sjálvstýrisvilja fólksins í verki, og tað gera tygum best við at geva Tjóðveldisflokkinum eina álitisváttan.


Vestmanna, 2. mars

Jógvan Durhuus,

løgtingsmaður