Stevningin hjá Jørgeni í rættin í næstu viku

Jørgen Niclasen stevndi fyrr í ár Dia Midjord, Liljuna Weihe, Jan Lamhauge og Sveini Tróndarsyni fyri bakbit og ærumeiðing.

Jørgen Niclasen stevndi fyrr í ár Dia Midjord, Liljuna Weihe, Jan Lamhauge og Sveini Tróndarsyni fyri bakbit og ærumeiðing.

 

Týsdagin kemur málið fyri fyrstu ferð fyri í rættinum. Talan er um ein serliga fyrireikandi rættarfund, har partarnir millum annað skulu lýsa málið og leggja eina víðari tíðarætlan.

 

- Eg kann ikki longur góðtaka, at nevndu fjølmiðlar hava sett eina útspillingarherferð ímóti mær, einans við tí endamáli at oyðileggja mína politisku framtíð, segði Jørgen Niclasen tá.

 

Í fyrstu atløgi vil hann hava tey dømd fyri bakbit, men í øðrum lagi fyri ærumeiðing. Hann vil eisini hava tey at rinda endurgjald eftir galdandi reglum.

 

Les eisini Jørgen Niclasen stevnir Kringvarpinum og Portalinum