Tað er jóansøka á Tvøroyri í vikuskiftinum. Ultimativi heimahýrurin verður tað, um tað seinnapartin í morgin eydnast 10-mannafarinum Suðuroyingi at vinna á havnarmonnum og klaksvíkingum, og um tað longu í kvøld eydnast TB at basa EB/Streymi við Stórá í Trongisvági.
Gestirnir fara suður á middegi. Teir hava trongan plan, tí longu sunnumorgunin tíðliga skulu teir av landinum við kós suður til Andorra, har tað týskvøldið bíðar teimum altjóða avbjóðing og stríð um milliónir av krónum. Ferðaætlanin sigur, at teir sleppa ikki norður aftur fyrrenn í morgin, men nú er soleiðis skipað fyri, at teir sleppa til hús at sova í kvøld.
Eftir at tað leingi var soltið, so hevur tað seinastu vikurnar gingið sum eftir ánni. Hjá Rúna Nolsøe, Meinhardti Dalbúð og teirra monnum. At moralurin er í toppi sást sunnudagin, tá ið tað eydnaðist at basa Í, hóast klaksvíkingar í tveimum umførum vóru tvey mál frammanfyri.
Tað var smeitur, at miðvallarstríðsmaðurin Pætur Dam Jacobsen varð vístur av vøllinum. Hann er leikbannaður í kvøld. Arnar Dam, sum hevur verið stinnur á verjukenda miðvøllinum, er tøkur aftur eftir leikbann ímóti KÍ.
Arnbjørn Hansen gjørdi stóran mun, tá ið hann sunnudagin varð settur á vøllin tíðliga í 2. hálvleiki. Hann verður neyvan millum teir fyrstu ellivu í kvøld, men hann er góður trumfur at hava á beinkinum. Verjuspælarin Dánjal Davidsen er aftur í EB/Streymi, eftir at hann hevur verið burturstaddur síðani eina ferð í fjør.
TB hyggur uppeftir, og tvøramenn leingjast eftir, at tað skal eydnast at vinna fyrst eina ferð og so fleiri ferðir á rað. Manningarligu fyritreytirnar eru góðar. Poul Ingason hevur verið darvaður av smáskaðum, men hann og allir hinir eru tøkir undan stevnudystinum.
Higartil í ár hevur einki lið megnað at farið úr Trongisvági við fullari úrtøku. Trupulleikin hjá TB hevur verið, at tað ofta er endað við javnleiki. Tað var vónbrot síðsta sunnudag, at tað ikki eydnaðist at vinna stig á Argjum. Størri vónbrot var tað, at avrikið var lakari, enn tað annars hevur verið. Hans Fróði Hansen vil hava sínar menn á jóansøku at vísa, hvat veruliga býr í teimum. Um teir megna tað, so verður heilt víst talan um sannan stevnudyst!
TB - EB/Streymur, Eiler Rasmssen
í kvøld klokkan 20.30