Stevnurdystur á Skála

Skála-VB:
Vágbingar tykjast munandi skerdir, tá teir í dag, leygardagin, fara at spæla stevnudyst móti Skála, sum hinvegin tykist fullmannað undan dystinum

Upptakt

Fyri fyrstu ferð skal Skála spæla stevnudyst í bestu mansdeildini í fótbólti, og sum vera man, so er spenningurin stórur í bygdini, sum einamest er kend fyri hondbóltsavrik síni, men sum nú eisini ger seg galdandi í fremstu fótbóltsrøðini.

Mugu ikki dragna
Og hóast teir tríggir fyrstu dystirnir bert hava kastað eitt stig av sær, so er hugurin at spæla bólt í bestu deildini framvegis stórur á Skála.
- Sjálvandi skulu vit helst fáa nøkur stig nakað skjótt, men enn hava vit so ikki havt neyðuga hepnið, so vónandi verður tað hesaferð, sigur Alexandur Johansen, sum higartil hevur verið fastur fúsur á liðnum hjá Skála.
Og vónirnar til dystin hesa ferð tykjast eisini vera heilt góðar. Arnold Berg hevur onkran snudd í knænum, og Jonhard Frederiksberg hevur framvegis nakað av trupulleikum við rygginum, men væntandi vera teir báðir klárir, tá dysturin sum hin einasti av teimum fimm hetta umfarið verður blástur í gongd leygardagin.

Nógvir skaðar
Heilt so væl stendur ikki til hjá VB, har tað av álvara tykist at tynnast í hópinum.
- Tá vit hóskvøldið frættu úr Vági, tóktist tað sera ivasamt við fleri av teimum, sum vanliga teljast millum teir fyrstu ellivu.
Marek Wierzbicki hevur framvegis trupulleikar av at renna, og enn røkist einki fyri, at hann verður tøkur aftur. Hartil verðu mett, at tað er sera ivasamt, hvussu verður við Eyðuni Jacobsen, Jón Paula Olsen og Predrag Zivkovic, umframt at Mortan í Hørg hevur leikbann eftir reyða kortið, sum hann fekk seinast, so tað er skilligt, um vágbingar ganga í djúpum tonkum, nú seinastu fyrireikingarnar skulu fáast frá hondini.
Skulu teir vera við í oddinum, so sum teir ætla, so eru treytirnar tó greiðar. Tað eru neyvan ráð at tveita trý stig afturat burtur móti einum uppflytara, men tær treytirnar kenna vágbingarnir sjálvandi.