Stevnuspenningurin var í toppi

Fyri fyrstu ferð í seks vikur eydnaðist tað TB í kvøld á jóansøku at vinna eitt stig

Amidou Diop var stinnur í TB miðverjuni í kvøld, tá ið stevnudysturin ímóti EB/Streymi endaði 1-1

Jóansøkudysturin við Stórá í Trongisvági millum TB og EB/Streym endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

 

Samudeen Musah legði, tá ið ein stórur tími var farin, heimaliðið á odda. Tað var við brotssparki. Teir í EB/Streymi vóru ikki samdir við dómaranum, sum peikaði á ellivu metra blettin, men Eiler Rasmussen var ivaleysur, og Samudeen Musah varð fyri sjeyndu ferð TB málskjútti í ár. Samudeen Musah er suverenur toppskjútti, tí hann hevur skorað sjey av ellivu TB málum í ár.

 

Tað var ferðmikið, og tað var undirhaldandi, tí tað vóru nógvar royndir ímóti málunum.

 

EB/Streymur átti flestu málroyndirnar og flestu hornaspørkini, men tað gekk illa at fáa bóltin framvið Anders Tønnesen í TB málinum.

 

Thomas Thinggaard hevði fyri aðru ferð ábyrgdina av TB liðnum. Í fyrra førinum endaði tað við 3-0 heimatapi ímóti Víkingi. Nýggi venjarin arbeiðir við at menna liðið. Í kvøld var Amidou Diop miðverji saman við Ragnari Joensen, og har var senegalesiski spælarin sera eyðsýndur við sínum góða bóltførleika, skjótleika og góðu evnum at lesa spælið.

 

Nikolei Johannesen hevur ikki verið við fyrr í ár. At hann í kvøld var aftur á miðvøllinum kann fara at vísa seg at vera styrkur.

 

1-1 í kvøld var fyrsta stigið hjá TB í seks vikur. Síðsta ferðin, at TB vann stig, var 10. mai ella fyri seks vikum síðani, tá ið tað endaði 1-1 á heimavølli ímóti B68.

 

EB/Streymur spenti álopsbogan, og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Thomas Bjørn Miezan, sum eftir fínt eitt tvey samanspæl mitt fyri var leysur dygst innanfyri brotsteigarmarkið og flatt sendi bóltin í málið. Tíggju minuttir frammanundan hevði málskjúttin avloyst Tóka H. Johannesen.

 

Hetta var 11. ferðin, at Thomas Bjørn Miezan var á besta liðnum hjá EB/Streymi, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.

 

Dómarin legði fimm minuttir aftrat, og síðstu løtuna løgdu báðir partar nógv fyri í royndini at skora sigursmálið, og tað vóru spentar støður í báðum brotsteigunum.

 

TB og 07 Vestur hava sjey stig, og FC Suðuroy er aftast við seks stigum. EB/Streymur er á fimta plássi við 21 stigum.

 

Leygardagin fer TB í Gundadal at spæla ímóti HB, og sunnudagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

 

 

TB – EB/Streymur 1-1 (0-0)

 

1-0: Samudeen Musah br

 

1-1: Thomas Bjørn Miezan

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Amidou Diop, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dahl Djurhuus, Nikolei Johannesen, Aron Arnholdsson – Mohamed Samba, Samudeen Musah, Eyðtór Joensen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard D. Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Guti Dahl-Olsen, Virgar Jónsson – Boubacar Dabo

 

Amidou Diop var stinnur í TB miðverjuni í kvøld, tá ið stevnudysturin ímóti EB/Streymi endaði 1-1