Eftir soltna úrtøku seinastu ferðirnar eru vánirnar hjá Arsenal í landskappingini ikki tær somu, sum tær vóru fyri ikki so langari tíð síðani. Tí verður nógv lagt fyri í steypakappingini í stríðnum at vinna steyp. Arsene Wenger og Arsenal hava einki vunnið síðani 2005, tá ið liðið vann FA Cup.
Á middegi í dag vitjar Everton á Emirates í London, og Roberto Martinez og hansara menn eru á veg til London við sjálvsáliti:
-Vit hava higartil í ár víst, at vit megna góð avrik og úrslit ímóti øllum og undir øllum umstøðum. Júst hesin dysturin er ein tann torførasti, men vit halda okkum hava møguleika at vinna, sigur Roberto Martinez, sum áður hevur vunnið FA Cup steypið við Wigan.
Í landskappingini eru tað fyrst og fremst Chelsea og Manchester City, sum kappast. Chelsea er seks stig frammanfyri kappingarneytan, sum hevur spælt tveir dystir færri. Møguleiki er fyri, at munurin í dag kann økjast til níggju stig og tríggjar dystir. Uppgerðin hjá Manchester City á heimavølli ímóti Aston Villa er útsett, tí City í morgin skal spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini.
Avbjóðingin hjá Chelsea er stór í dag. Á Stamford Bridge koma grannarnir í Tottenham at vitja klokkan 17.30. Hjá Tottenham snýr tað seg um at varðveita møguleikan at røkka fjórða plássinum og harvið atgongumerkinum til europeisku meistarakappingina.
Í dag
Steypakappingin
Arsenal-Everton kl. 12.45
Landskappingin
West Bromwich Albion-Manchester United kl. 12.45
Cardiff-Fulham kl. 15.00
Crystal Palace-Southampton kl. 15.00
Norwich-Stoke kl. 15.00
Chelsea-Tottenham kl. 17.30