Steypaprát
Hann sá mest sum friðsælur út, tá hann á pallinum var vitni til, at StÍF enn einaferð fekk steyp handað frá bankastjóranum, Janusi Petersen.
Sverri Justinussen hevur í nógv ár talst millum fremstu hondbóltsleikararnar í landinum, men hóast hetta, so hevur tað verið so sum so við skreytinum. Við fyrst NSÍ og síðani Tjaldri, var tað aloftast ein leiklutur í botninum, sum fall honum í lut, og seinnu árini hevur tað so fyrst og fremst verið bróðursonurin, sum hevur tikið sær av heiðursmerkjum.
Undan hesum kappingarárinum gjørdi Sverri tó av at skifta hondbóltsleiðina. Tjaldur hevði tikið sítt lið úr kappingini, og hetta gav Sverra høvi at fara at royna seg í øðrum felag. Valið fall ikki heilt óvæntað á StÍF, men hóast fyrsta steypið nú er komið til høldar, so sigur Sverri, at tað ikki var møguleikin fyri hesum, sum vigaði mest í avgerðini.
- Nu havi eg spælt hondbólt í so nógv ár, og tá støðan nú bleiv, sum hon bleiv, so helt eg, at eg nú skuldi royna meg í einum felagi, har viðurskiftini kring liðið í nógv størri mun eru skipað. Sjálvandi hugsaði eg eisini, at eg kanska hevði møguleikan at vinna nakað her, men fyrst og fremst var tað altso tað at spæla í einum sterkum felag við góðum leikarum kring meg. Hetta var nakað, sum eg vildi royna, áðrenn eg gevist við hondbóltinum, og í so máta hevur hetta eydnast.
Sjálvur gongur Sverri nú á 37. ári, og hann ásannar eisini, at tað nokk er avmarkað, hvussu nógvar dystir afturat talan verður um í fremstu røð.
- Tað veit eg ikki. Eg taki eitt ár í senn. So fáa vit at síggja. Eg fari so ikki at melda út, at nú gevist eg, tí tað eru tað nógvir aðrir, sum hava roynt, uttan at teir tó eru givnir fyri tað.