Tað er akkurát soleiðis steypafótbóltur skal vera. Nógvir dramatikkur, mælskir áskoðarar, gott fótbóltsveður, óðir og fegnir menn og ikki minst: ein avgerandi vend í evstu løtu. Jú, áskoðararnir í Sarpugerði í gjár fingu nógv fyri pengarnar.
Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 2-1 í Fuglafirði. Tí var greitt undan dystinum í gjár, at ÍF undir øllum umstøðum skuldu fram at skora tvey mál. Tað var tó ikki til at síggja fyrstu løtuna av dystinum. ÍF liðið lá aftarlaga á vøllinum og tí sá tað hinvegin út sum, at tað var Víkingur, ið skuldi fram at skora.
– Vit ætlaðu ikki at leypa framav. Vit ætlaðu at spæla okkara spæl og tað plagar at geva nakrar møguleikar og tað gjørdi tað eisini í fyrra hálvleiki. Vit skapa nakrar møguleikar og fáa eisini eitt mál. Tað er sama støðan í seinna hálvleiki, men vit skapa ikki líka nógvar møguleikar. Vit hava tol líka til seinna málið kemur, sigur Høgni Zachariassen.
Júst sum Víkingur tóktist hava tamarhald á støðuni, so traðkaði Andy Olsen fram. Eftir góða dribbling í vinstru, sendir hann bóltin inn fyri til minsta mannin á ÍF liðnum, Dánjal á Lakjuni. Fyrrverandi brasilski framherjin, Romario, segði eina ferð, at tað ræður ikki um at vera hægst, men fyrst á bóltin. Tað var Dánjal á Lakjuni og kundi stúta meiri lív í vónina hjá fuglfirðingum at koma í finaluna.
– Fyrsta málið ger tað nógv lættari at koma út til seinna hálvleik. Vit skulu fram at skora mál og tað vistu vit áðrenn, men fyrsta málið ger sjálvandi uppgávuna lættari, sigur Høgni Zachariassen.
Í seinna hálvleiki gjørdist dysturin meira opin og í løtum sá einki út hjá teimum reyðu úr Fuglafirði. Millum annað Høgni Zachariassen skal verða glaður fyri, at Lars Müller ikki gav honum enn eitt gult kort í seinna hálvleiki eftir mótálop hjá Víkingi. Kom til nakrar vandastøður, men onkursvegna tóktust teir ikki eins áhugaðir sum fuglfirðingarnir at fáa fatur á bóltinum, tá á stóð framman fyri ÍF málinum.
– Vit eru vandamiklir í deyðbóltsstøðum, so sjálvt um vit ikki skapa so nógvar møguleikar, so trúgva vit alla tíðina uppá, at vit kunnu skora, sigur Høgni Zachariassen
Í tíðini, dómarin hevði lagt aftrat, megnaðu fuglfirðingar at senda eina sjokkbylgju gjøgnum Gøtu og Leirvík. Eitt innlegg kemur inn fyri úr høgru og har er Jan Ellingsgaard fyrstur á bóltinum og sendur ÍF í steypafinaluna.
-–Vit ynskja ikki at vera tað veika liðið í Eysturoynni longur, nú skulu vit vera tað sterka liðið. Vit fóru inn fyri at spæla okkara spæl og vit vistu, at so fóru vit at fáa møguleikar og mál, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF.
Teir seinastu minuttirnar royndi Víkingur at trýsta og var tað nær við ta einu ferðina. Fleiri av leikarunum hjá Víkingi vilja verða við, at Jákup Mikkelsen datt inn í málið við bóltinum. Sjálvur avvísir hann at bólturin var innanfyri.
Seinasta sparkið í dystinum átti Øssur Dalbúð, tá hann endaliga staðfesti, at ÍF verður á Summarfestivalinum. Eftir uppspæl frá Nenad Saric, skorar Øssur Dalbúð til endaliga úrslitið 3-0.
– Tú kanst gott siga, at tað er fótbóltsfepur í Fuglafirði og fólkini stuðla felagnum væl. Tað hjálpir eisini tá á stendur á vøllinum.
ÍF skal í finaluni møta EB/Streymi.