Talan er um dyst í donsku steypakappingini, Dong-Cup, og talan kann væl sigast at vera um eina styrkisroynd fyri nýggja Amager-hópin.
Í landskappingini hevur gingist væl fyrstu umførini hjá Fremad Amager, og higar til tykist kósin vera sett beint móti uppflyting til 1. deild. Og við dystinum móti Herfølge fæst helst ein ábending um, hvussu verandi hópurin er fyri í mun til ovaru deildina.