Sunnudagin hittast EB/Streymur og HB í Streymnesi. Mikukvøldið hittast somu feløg í Gundadali. Sunnudagin standa stig upp á spæl. Mikukvøldið fer tað at snúgva seg um Løgmanssteypið.
Í báðum legum verður undirstrikað, at upp undir vikuskiftið verður finalan goymd, men sjálvandi ikki gloymd.
- Síðst taptu vit 4-2 á nýggja heimavøllinum móti B71. Í Europa Cup og í Vági var spælið betri, enn tað hevur verið fyrr í ár. Lyklaspælarar, sum kanska ikki hava verið heilt á toppinum, hava aftur víst sínar dygdir, og vit hava gott mót, sigur liðformaðurin og verjuálitið í EB/Streymi, Egil á Bø.
Hvussu við HB?
- Teir hølvaðu okkum av í Gundadali. Týskvøldið móti AB sást, at teir hava eitt stak gott lið, tá ið teir fáa frið og pláss at spæla. Vit mugu spæla okkara spæl og arbeiða hart fyri, at teir ikki sleppa at spæla teirra spæl, sigur Egil á Bø.
HB venjarin Albert Ellefsen er væl nøgdur við gongdina hesar seinastu ferðirnar.
- Motivatiónin hevur nógv at siga. Móti AB tímdu allir í senn. Tað hevur eisini nógv at siga bæði á og uttanfyri vøllin, at vit hava fingið Andrew av Fløtum aftur. Sum heild er sjálvsálitið í løtuni stórt á liðnum, og tá ið tingini eydnast, verður tað so nógv lættari.
Hugsa tit framvegis um FM heitið?
- Møguleikin er har. Men vit fokusera upp á næstu avbjóðingina og ikki meiri enn tað. Nú fara vit at spæla tvær ferðir ímóti EB/Streymi. Dysturin millum B36 og B71 var gott dømi um, hvussu smáir lutir tað eru, sum gera av, hvussu ein dystur kann taka seg upp. Tað ræður um at vera klárur og at taka av, tá ið møguleikin er har, og tað eru vit, sigur Albert Ellefsen.
Jákup á Borg er farin at venja aftur eftir skaðasteðg. Hann verður ikki við sunnudagin, men í HB verður vónað, at hann verður tøkur mikukvøldið.