Fyrra steypakapping í amboðsfimleiki verður um vikuskiftði í Bylgjuni í Runavík. Til kappingina koma pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn at kappast.
Skráin er at pinkur og piltar leggja fyri klokkan 10 leygardagin, meðan smágentr, gentir og smádreingir kappast frá klokkan 14.30. Sunnudagin klokkan 13 kappast kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.
Amboðini kvinnurnar kappast í eru forskotin barra og lop, meðan mannfólkini kappast í gólv, paralell barr og rekk. Onnur steypakappingin í amboðsfimleiki verður 25. og 26. februar í Fimi í Havn.
Til kappingina eru:
37 íðkarir hjá pinkum
11 íðkarar hjá piltum
16 íðkarir hjá smágentum
14 íðkarir hjá smádreingjum
9 íðkarir hjá gentum
6 íðkarir hjá dreingjum
7 íðkarir hjá kvinnuunglingum
5 íðkarir hjá mansunglingum
3 íðkarir hjá kvinnum
3 íðkarir hjá monum