Steypasigurin bjargar 60 ára føðingardegnum

(Rás2) Hoyr formannin í NSÍ, Arnfinn Langgaard taka samanum kappingarárið hjá NSÍ, sum bleiv nr. 4 í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin í NSÍ, Arnfinn Langgaard taka samanum kappingarárið hjá NSÍ í samrøðu við Rás2 fyrr í kvøld. NSÍ endaði á einum fjórða plássi í effodeildini.

 

Arnfinn Langgaard er ikki heilt foreintur við eitt fjórða pláss í effodeildini. 60 ára føðingardagsbarnið, NSÍ hevði sett nøsina upp ímóti meira í landskappingini.

 

Tó fegnast hann um 1-0 steypasigurin ímóti B36, sum er fyrsta gullið hjá NSÍ í 10 ár, og staðfestir Arnfinn Langgaard, at steypasigurin bjargar 60 ára føðingardegnum hjá NSÍ. Tó var tað eitt vónbrot, at NSÍ smokkaði niður ímillum umførini aftaná steypafinaluna. 

 

Nú verður arbeitt við, at hópurin ikki skal verða minni sterkur komandi kappingarár, og ikki er óhugsandi, at onkur munandi styrkur er á veg.

 

NSÍ heldur 60 ára veitslu, leygarkvøldið 4. november.