Steypavinnararnir skulu finna seg sjálvar

Fyri hálvari aðru viku síðani tryggjaði EB/Streymur sær fyrsta stóra sigurin í aðrari av FSF kappingunum. Finalusigurin á HB er sjálvandi ikki gloymdur, men teir í Sundalagnum vita, at hann skal goymast, um EB/Streymur skal vinna í hvussu so er bronsumerkini í landskappingini.

Síðsta sunnudag var sigurin hvørki gloymdur ella goymdur. EB/Streymur var aftanfyri við tveimum málum, áðrenn teir tóku sær um reiggj og megnaðu 2-2-

Í dag er neyðugt at vinna trý stig í Sarpugerði, um bronsumerkini ikki skulu flúgva suður til HB. Liðformaðurin, Egil á Bø, var uttanfyri við leikbanni ímóti AB. Hann fer at stýra verjuni í Sarpugerði. At tað í vikuni gjørdist greitt, at Sorin Anghel og René Tórgarð eisini í 2008 fara at spæla við EB/Streymi telur ivaleyst rætta vegin.

GÍ var undan summarsteðginum í nánd av triðja plássinum og bronsukrónunum. Síðani hevur gingið minni væl. Undan 20. umfari er GÍ á 7. plássi. Í 14. umfari vunnu gøtumenn 1-0 á Skála. Síðani hava teir spælt fimm ferðir uttan at fáa fulla úrtøku. Síðani hava teir burturúr fimm umførum bara fingið eitt stig ? 2-2 á heimavølli ímóti VB/Sumba.

Hjá GÍ er tað komið sera illa við, at liðformaðurin, Sámal Joensen, hevur sitið skaddur uttanfyri. Hann er við í dag, og tað er Hans Jørgen Djurhuus eisini. Hann hevur verið skaðaplágaður síðani langt undan summarsteðginum. Tað er ivasamt, um veteranurin Poul Ennigarð verður førur fyri at spæla. Hann hevur drigist við knæskaða.

Í fyrsta umfari vann EB/Streymur 2-0 í Gøtu, og í 11. umfari endaði tað 1-1, tá ið EB/Streymur hevði vitjan av GÍ.