Steypið fór til Odense

Todi Jónsson fekk bara seinasta fjórðingin av dystinum, men hóast hann hesa løtuna legði upp til einsamalla málið hjá FCK, so var hetta ikki nóg mikið til forða OB í vinna ein fult uppibornan finalusigur

Tað var av sonnum lagt upp til hátíðarhald, tá FCK og Todi Jónsson Kristi himmalferðardag skuldu royna seg ímóti OB í finaluni í donsku steypakappingini.
Ein steypafinala verður kanska í prinsippinum leikt á uttanveltaðum vølli, men har var so eingin, sum ivaðist í, at Parkin er heimavøllurin hjá FCK. Av teimum knappliga 30.000 áskoðarunum var meginparturin hvíttklæddur, og ikki minst var hetta sjónligt, tá Fredgaard-tribunan við dystarbyrjan fekk hvítan ham av pappíri og ballónum. Til sammetingar fyltu OB-áskoðararnir ikki meira enn gott og væl helmingin av endatribununi, men teir royndu tó kortini at geva ljóð frá sær í summarveðrinum, sum nú hevur rakt Danmark.

Skelkandi byrjan
Frá einum føroyskum sjónarhorni, so fekk finaludysturin ein heldur keðiligan farra longu undan dystarbyrjan, tá tað var greitt, at Todi Jónsson ikki skuldi verða millum teir fyrstu 11 á vøllinum. Av taktiskum ávum, men eisini fyri at spara føroyingin, hevði Hans Backe til dagin valt at byrja við Peter Møller í álopinum. Todi mátti ístaðin taka til takkar við leiklutinum sum jokari.
Sum nevnt, so var tað FCK, sum mest av øllum var á heimavølli, men fyrstu løtuna av dystinum sást hetta ikki aftur í avrikinum á vøllinum. Uttan at sýna nakað ovurhonds virðing fyri mótstøðuni royndu OB-leikararnir at trýsta FCK langt uppi á vøllinum, og tað spurdust eisini einstakir møguleikar burturúr, uttan at mál tó komu av teirri orsøk.
Tað vardi tó bert eina lítla løtu. So byrjaði tú spakuliga at síggja, hví miðvøllurin hjá FCK verður mettur sum ein hin besti í landinum. Christian Poulsen og Erik Mykland, sum høvdu sentralu leiklutirnar, byrjaðu spakuliga at fáa fatur á spælinum, og høvuðsstaðarfelagið var eisini um at skapa sær eitt yvirtak, tá eitt stórt mistak í verjuni brádliga gav OB leiðsluna.
Eingin vandi tóktist annars at vera á ferð, tá Martin Albrechtsen stóð einsamallur við einum longum bólti av OB-miðvøllinum. Helst ætlaði verjuleikarin, at Magnus Kihlstedt skuldi koma úr málinum eftir bóltinum, men hvussu var og ikki, so kundu teir onkursvegna ikki semjast um, hvør teirra skuldi taka sær av bóltinum. Endin av øllum var, at Søren Berg, ið hevði sæð møguleikan, fekk sett tánna á bóltin, soleiðis at hann róliga legði seg til rættis í manntóma málinum, og so var OB á odda.
Fagnaðurin um heldur óvæntaða leiðslumálið var sjálvandi stórur, men bert lítla løtu seinni, fingu odensianararnir enn meira at fegnast um. Hesa ferð fingu teir í FCK ikki ruddað nóg væl burtur, tá bóltur varð sendir innfyri. Ein bleytur stútari beindi bóltin úr málteiginum út á brotsteigarmarkið, men har kom Denni Siim við fullari ferð og hálvfluktaði, so Magnus Kihlstedt í málinum ikki hevði nakran livandi kjans at bjarga bóltinum, ið sum eitt projektil helt beina kós upp í nærmastu samankomingina.

Eyðmýkingin hótti
Tað var ikki sørt, at hetta skelkaði teir á heimaliðnum. Eina løtu var líkt til, at teir ikki somikið kundu raka bóltin, tá teir royndu at sparka, og tó at tað batnaði nakað, so var framvegis lagt upp til tað spælið, sum hevur ført liðið til steypafinaluna, og samstundis vunnið teir inn aftur í dystin um DM-gullið.
Sambandið millum keturnar var als ikki nóg gott, og heldur enn at trýsta sum lið, varð hetta meira ella minni gjørt í sjálvdrátti, soleiðis at OB altíð kundi koma úr trýstinum við at flyta bóltin til meira rúmlig øki, og tí høvdu hvítu leyvurnar ilt við at trýsta OB. Tá teir so endiliga høvdu fingið fatur á bóltinum, so gekk spælið í allar mátar ov seint og stirvið fyri seg. OB fekk alla tíðina tíð til at skipa verjuna, og aloftast varð bólturin eisini sendir ov seint frameftir, soleiðis at Peter Møller hesa løtuna mundi vera meira off- enn on-side, tá hann skuldi royna at herja á.
OB vísti hinvegin, at tað helst er nakað um tosið, at liðið nú loksins er farið at nærkast donsku hondbóltstindunum aftur. Hóast teir vóru á odda við tveimum málum, so ætlaðu teir á ongan hátt at grava seg niður. Heldur royndu teir at punkterað dysin við at herja á illa skipaða FCK-liðið, og við bara eitt lítið sindur av hepni, so kundu málini verið væl fleiri undan steðginum. Einar tvær ferðir noyddist Kihlstedt at prógva, hví hann er úttikin til svenska HM-hópin, og fleiri aðrar ferðir fóru bóltar strúkandi beint framvið málinum, ella hoppaðu runt í FCK-brotsteiginum, áðrenn onkur hvítur fótur at enda fekk beint vandan burtur.

Tvørtræið fyri
Í seinna hálvleiki var støðan kortini nakað broytt. Fyrst og fremst tóktist FCK nú at hava skipað seg betri, og hóast fólkið, ið kom á vøllin, var hitt sama, so var hugburðurin í øllum førum ein heilt annar.
Tá so OB samstundis hevði tikið sítt fólk longur aftur á vøllin, var lagt upp til eitt langt trýst, og soleiðis gjørdist eisini. Longu fyrstu minuttirnar var talan um fleiri hornaspørk, men einki spurdist burturúr. Tað gjørdi tað heldur ikki løtu seinni, tá Peter Møller annars var so nær við at skora, sum man kann vera, uttan tó at skora. Við rygginum móti málinum snaraði hann verjuleikara av sær, fyri síðani at lata kanónina av. Skotið fór inn um OB-málverjan, men brast í tvørtræið og beint niður í svørin.
FCK helt tó á at rýma, men hóast Zuma skoraði í rangstøðu, so tóktist eitt kveikjandi mál ikki at koma. Heldur ikki tá Zuma varð feldur á brotsteigarmarkinum, uttan at dómarin tó helt hetta vera nakað at floyta fyri.

Todi á vøllin
Tvey og tjúgu minuttir vóru lidnir av seinna hálvleiki, tá Hans Backe loksins gav boð um at senda Toda á vøllin. Peter Møller, sum ikki hevði verið serliga heppin, varð tikin av vøllinum. Bert tveir minuttir seinni gav Todi fyrsta sprellið, tá hann sendi Zuma avstað móti OB málinum, men mál spurdist framvegis ikki burturúr. Heldur ikki tá Lønstrup stutt eftir hamraði eitt fríspark úr 25 metra fjarstøðu á tvørtræið.
OB kundi og skuldi kanska avgjørt alt, tá Dalgas slapp leysur í einum kontra-álopið, men eftir at hava drigið framvið málverjanum, heilkiksaði hann seinasta skotið, og ístaðin gjørdist tað FCK, sum seinastu løtuna fekk skapt nakað av spenningi í.
Carsten Fredgaard sendi Toda avstað í vinstru. Føroyski álopsmaðurin fór við fullari ferð oman móti baklinjuni, higani hann sendi eina flata sending inn fyri málið, og við handaru stong kundi Christian Lønstrup senda í kassan.
FCK sendi nú alt fólkið fram í eini seinasu roynd at venda dystinum. Todi kundi kanska fingið ein góðan møguleika, tá hann og Fredgaard royndu at spæla saman, men seinasta sendingin varð send upp í lofti, heldur enn í føturnar á føroyska álopsmanninum, sum hevði runnið seg leysan.
Hóast nógv trýst og nógvar sendingar innfyri, so kom FCK ikki nærri enn tað sama. Teir máttu bara ásanna, at teir gjørdust ov stuttir.
Samanumtikið, so var sigurin hjá OB eisini fult uppiborin. Serstakliga fyrstu trý korterini megnaðu teir at stressa favorittarnar úr høvuðsstaðnum, og tó at trýstið vendi hinvegin eftir steðgin, so hevði tú alla tíðina varhugan av, at teir fóru at hóra undan. Teir stríddust ein fyri allar og allir fyri ein, soleiðis sum roknast kann við, at lið gera í slíkum dystum. Tað gjørdu teir í FCK bert í ein hálvleik, og tað var ov lítið. Og so vóru 23 minuttir eisini ov lítið hjá Toda Jónsson, til at hann kundi broyta støðuna, tó at hann við upplegginum til málið gjørdi eina ítøkiliga roynd.

Dysturin í tølum:
Finala í DONG-cup
Parkin, keypmannahavn
FCK-OB 1-2 (0-2)
0-1: Søren Berg, 10.
0-2: Dennis Siim, 12.
1-2: Christian Lønstrup, 82.

Áskoðarar: 28.481

FCK: Magnus Kihlstedt ? Peter Christiansen, Martin Albrechtsen, Bo Svensson, Tomas Antonelius ? Thomas Røll Larsen, Erik Mykland, Christian Poulsen, Christian Lønstrup ? Sibusiso Zuma, Peter Møller
OB: Karim Zaza ? Fernando Derveld, Lars Jacobsen, Michael Hemningsen, Dennis Siim ? Morten Rasmussen, Carsten Hemningsen, Andrew Tembo, Kasper Dalgas ? Søren Berg, Mwape Miti