StÍF nærkast finaluni

StÍF vann í Vestmanna, og nú eru bara tvey stig upp til pláss í FM-finaluni

 

StÍF heldur framvegis fast um støðuna sum stóri avbjóðarin til VÍF og KÍF, sum annars hava verið á tryggari finalukós størsta partin av árinum.

 

Í dag vitjaði StÍF í Vestmanna, og her eydnaðist at vinna sær tvey stig, soleiðis at munurin upp til finaluplássið tódnaði niður í tvey stig.

 

Fyrstu longu løtuna av dystinum var sera tætt, og kanska hevði VÍF lítla yvirvág, men beint undan steðginum lupu gestirnir avstað, soleiðis at teir høvdu leiðsluna í steðginum.

 

Eftir steðgin helt StÍF støðugt fast í leiðsluni, sum teir høvdu vunnið sær. Miðskeiðis í seinna hálvleiki øktu teir munin upp í fimm mál, og sigurin tóktist púrasta tryggur, áðrenn VÍF at enda gjørdi eitt ordans hál. Vertirnir vunnu seinastu tríggjar minuttirnar 4-0, men tað var ov lítið og ov seint.

 

Sigurin hjá StÍF ber við sær, at teir nú bara eru tvey stig aftan fyri VÍF. KÍF er á odda við 29 stigum, meðan VÍF og StÍF hava ávíkavst 27 og 25 stig.

 

VÍF-StÍF 28-30 (10-13)