StÍF vann seg av botnplássinum

Botndysturin á Skála endaði við sigri til StÍF, sum við hesum lyfti seg av aftasta plássinum

Stjørnan og StÍF teljast ikki millum liðini, sum stríðast um pláss í FM-finaluni. Heldur er málið at byggja liðið upp til framtíðar avbjóðingar.

 

Í dag spældu tey bæði botndyst á Skála, og talan gjørdist um sera spennandi dyst, sum heimaliðið at enda vann. Fyrra hálvleik gekk sera javnt á, men eftir steðgin hevði StÍF huga at ota seg nakað væl framum. Tíggju minuttir undan dystarloki stóð eisini 19-14 á talvuni, men so sett Stjørnan ein veruligan endaspurt inn. Tær vunnu seg upp á 19-18, og í seinasta minuttinum høvdu tær gyltan mgøuleika at javna, men tað eydnaðist ikki hjá Ellu Petersen at senda brotskastið í meskarnar.

 

Bestu málskjúttar hjá heimaliðnum vóru Heidi Sevdal og Fríðrun Danielsen, sum skutu 4 mál hvør. Fyri Stjørnuni skeyt Mina Sirdal 8 mál.

 

StÍF-Stjørnan 19-18 (7-7)