Fótbóltur
Jákup Mørk
Tað var ein heldur fámælstur rumenskur landsliðsvenjari, sum stóð til reiðar á tíðindafundinum eftir dystin í gjárkvøldið.
Ivaleyst høvdu rumenar vónað, at talan gjørdist um tryggan sigur á Tórsvølli, men tepri sigurin og føroyska trýstið seinastu løtuna hevur neyvan linkað um trýstið á Victor Piturca.
- Vit roknaðu við einum truplum dysti, men hesa ferð gjørdist hann enn truplari, tí vit dugdu ikki nóg væl at gagnnýta møguleikarnar, sum vit høvdu fyri steðgin. Og tá vit so fáa Ghionea riknan av vølli, gerast fortreytirnar enn verri.
- Men tá alt kemur alt, so er Rumenia eitt betri lið enn tað føroyska. Og í seinasta enda eydnaðist okkum eisini at fáa trý stig við okkum heim, og so er alt annað uttan týdning, segði Victor Piturca umvegis enska tulkin, áðrenn hann av álvara slapp í eldin mótvegis rumensku tíðindafólkunum, sum ikki uttan víðari sleptu venjaranum.
Nær rumensku spælararnir komu úr skiftirúminum, er ikki heilt so lætt at siga. Tá føroyska pressan fór at ragga sær burtur, vóru føroysku spælararnir langt síðani farnir. Piturca sat framvegis til avhoyringar hjá sínari pressu, og enn var eingin, sum hevði sæð nakað til nakran av rumensku spælarunum.