Stilla gentan, lærarin og politikarin

- Ein heilan dag fekk eg at umráða meg í, um eg vildi verða borgastjóri í Vági. Harraguð, hvat visti eg um starvið, kom rætt og slætt inn av gøtuni. Men tá eg hevði sodnað tað, segði eg ja, og tað var rætta avgerðin. Eg havi ongantíð angrað tað, hóast eg havi fingið nøkur knubs, sigur Kirstin Strøm Bech?

Sum rosinan í pylsuendanum endar Kirstin Strøm Bech hesa greinarøð av samrøðum við kvinnur í Suðuroynni. ?Kirstin er útbúgvin lærari, og hevur verið borgarstjóri í Vági síðan 2004. Spurningarnir eru m.a. um kommunurnar skulu yvirtaka allan skúlan, hvussu hon heldur, at fleiri kvinnur fáast við í politiskt arbeiði, hvørjir tankar og visiónir hon hevur um framtíðar vinnulív í Suðuroynni og um samstarv og kommunusamanlegging. ?– Tað harmar meg nógv, at vit ikki samstarva meira her suðuri, og at so nógv fokus er á klandri. Eg eri ímóti at vit, sum nú er, klamsa kommunurnar saman í eina, men eg eri fyri einum samstarvi, helst frá í dag av, sum hevur samanlegging til endamáls, sigur Kirstin, sum ikki eina løtu angrar, at hon kastaði seg, í leysari luft, út í politik, meðan harðast leikaði á í málinum um miðnámsskúla og ellisheim í Vági. Hon letur meg vita, at hon ongantíð hevði droymt um at gerast politikari, stilla gentan úr Vági, sum altíð helt seg aftur, og ikki rættuliga tordi at vera við. Vit hava sett okkum við fundarborðið inni á skrivstovuni og Kirstin byrjar við byrjanini. ?– Tað varð tosað nógv um politik og samfelagsviðurskiftini heima hjá okkum, serliga pápi var politiskt áhugaður, tosaði nógv um veiku samfelagsbólkarnir, og týdningin av, at man tók atlit til tey menniskjuni. Sjálvur kom hann úr einum heimi, har mamman sat eftir við 9 børnum, tá pápi hansara gekk burtur við Cheerfull á Skopunarfirði undir krígnum. Ikki nóg mikið við tað, eisini misti hon 5 av børnunum, so sorgin og trongu korini vóru natúrligur partur av lívinum. ??Ein dag at umráða seg í?- Hjá okkum trimum systrum hevur javnaðarhugsjónin tí altíð verið ein natúrligur partur av lívinum. Men tað er ikki fyrr enn hesi seinnu árini, eg eri vorðin virkin í politikki, og eg eri altso farin um tey 50. Var limur í lokalu nevndini hjá javnaðarfelagnum nøkur ár, játtaði at stilla upp til kommunustýrisvalið í 2000, bara til pynt, tað visti eg væl. Men viðurskiftini her í býnum gjørdu, at eg bleiv alsamt meiri áhugað í politikki, og segði ja til at stilla upp aftur í 2004. Men hvat hendi, eg varð vald inn, og í somu hast fekk eg bjóðað borgarstjórasessin, tí javnaðarflokkurin, sambandsflokkurin og uttanflokkalistin fóru í samgongu. ?- Ein heilan dag fekk eg at umráða meg í! Harraguð, hvat visti eg um starvið, kom rætt og slætt inn av gøtuni, men tá eg hevði sodnað tað, og samanborið við aðrar borgarstjórar, sum eisini tóku við starvinum óroyndir, segði eg ja. Og tað var rætta avgerðin! Havi ongantíð angrað tað, men eg havi fingið nøkur knubs, málið um miðnámsskúlan og ellisheimið hevur verið hart, og eg veit ikki, hvat eg hevði gjørt í dag, um eg visti orrustuna, ið spurdist burturúr. ?- Mítt hjartamál var og er ellisheimið, tí stórur tørvur er á búðplássum til gomul, og fráflytingin úr oynni hevur verið stór, serliga av kvinnum í burðarbúnum aldri. Tað er so hepnast okkum at fáa flakavirkið aftur í bygdina, men framvegis er umráðandi, at vit fáa nøkur “kvinnustørv”, sum ikki eru tengd at veðri, vindi og streymi. Eisini heimið fyri sinnisveik, sum landið stendur fyri, er eitt av mínum hjartamálum. Nýggjur barnagarður til bygdina stendur fremst í huganum, eins og atkomumøguleikarnir hjá rørslutarnaðum. - Men alt gongur ikki so skjótt, sum ein kundi ynskt, og at eg prioriteri viðurskiftini hjá rørslutarnaðum framum ein vegastubba onkunstaðni, broytir ikki nógv, tá tað allatíðina er ein balansugongd millum bleytu og hørðu virðini. Men eg haldi, at mínar prioriteringar eru komnar væl ígjøgnum. Tað var ein stór avbjóðing at fara úr lærarastarvinum, sum mær dámdi so væl, og í eitt heilt ókent starv, í heili 4 ár. Men í dag haldi eg ikki, at 4 ár er nóg mikið, tí ætli eg mær at stilla upp aftur. Verði eg afturvald, og sleppi at starvast innan kommunustýring í 4 ár afturat, vil eg fegnast um tað, og síðan takka fyri meg. Haldi ikki, at fólk skulu sita longur í slíkum starvi, tað er sera týdningarmikið, við eini ávísari útskifting, so serliga ungar kreftur sleppa framat. Og so vóni eg, at eg kann brúka nøkur ár í skúlanum aftur, sigur Kirstin. Siðvenja, kvinnur og politikkur Sum lærari og borgarstjóri hevur Kirstin gott innlit í viðurskiftini millum skúla og kommunu. Hon er ikki heit fyri, at kommunurnar skulu yvirtaka meira av skúlaverkinum, sum støðan er nú. ?– Um vit høvdu ein homogenan skúla, sum var væl fyri allastaðni í landinum og á øllum økjum, var gamaní, men tað er ikki veruleikin. Vit kunnu taka eitt dømi. Eg havi arbeitt við byrjunarundirvísingini, teimum yngstu klassunum, har tað hava verið ávísir trupulleikar. Nú eru so játtaðir fleiri tímar til byrjunarundirvísingina, men um vit hugsa okkum, at kommunan stóð við læraralønunum, sum ætlanirnar eru, so loyvi eg mær at ivast í, um fleiri tímar vórðu játtaðir. PISA- bólkurin hevur víst á nógvan tørv og neyðugar broytingar, tí er týdningarmikið, at fyrireikingararbeiðið er gjørt, og minimumskrøv eru sett til innihald og karmarnar. Tá hetta fyrireikingararbeiðið er gjørt, er gamaní at yvirtaka skúlan. ?Og tá prátið snýr seg um siðvenju, kvinnur og politik, sigur Kirstin seg hoyra til bólkin av “stillu” gentunum. ?– Nógvar kvinnur eru afturhaldandi, serliga tá tað kemur til at profilera seg innan politik, eg var sjálv onki við uppá at stilla upp, segði fleiri ferðir nei. Men í dag hevur tú nógvar møguleikar at fáa professionella hjálp til at traðka fram og siga tína meining. Ein av høvuðstreytunum fyri at fara inn í politik er, at tú torir at hava eina meining, og standa við hana. - Sum lærarir hava vit eisini eina ábyrgd at menna børnini til at taka støðu. Vit hava ofta lyndi til at servera ov nógv fyri teimum, vilja hava tey at gloypa og svølgja, heldur enn at seta teimum spurningin, hvat tey sjálvi halda, og hví. Vit hava kanska tendens til at troyttast av teimum næmingum, sum spyrja nógv. Tí eiga vit at seta okkum spurningin, hvussu vit vilja føra skúla, og hvussu vit kunnu broyta okkara hátt at føra skúla. - Sum kvinnuligur politikari geri eg ikki nakað skipað arbeiði fyri at fáa aðrar kvinnur við í politik, men eg tosi nógv við tær, sum eg veit hava áhugað fyri politikki, greiði frá, hvat krevst, og hvussu arbeiði fer fram, at tað onki ræðandi er við kommunalpolitikki. Og at byrja við at gerast aktiv í nevndum og ráðum, eitt nú foreldra- og skúlaráðum, kann eisini vera ein ávís skúling. Annars haldi eg, at ábyrgdin liggur hjá teim politisku flokkunum. ??Byrja á ungdómstøði?- Tað vera umráðandi, at byrjað verður á ungdómsstøði, at politisku ungmannafeløgini eisini gera eitt arbeiði fyri at fáa kvinnurnar við, sigur Kirstin. Hon heldur ikki, tað hevði betrað um kvinnuluttøkuna við at fari burtur frá flokksuppstillingini.?- Hóast býráðsarbeiðið nærum ikki er tengt at flokspolitikki, bert í onkrum einstøkum førum, so haldi tað hevði verið sera trupult at komi uttanum. Kann t.d. eisini vera gott hjá borgarunum at vita, hvørjar grundhugsjónir tú hevur. Tað eru kommunur, sum ikki hava floksuppstilling, men kvinnuluttøkan har ikki betur fyri tað. Spurd, um hon sær mun á Vágs kommunu, har bæði borgarstjóri og varðaborgarstjóri eru kvinnur, og øðrum kommunum, har menn eru í sessunum, sigur hon, at sjálv dugur hon ikki at finna nakran sjónligan mun, fyri bæði kynini ræður um at finna kompromis og javnvág millum hørð og bleyt virðir. ?- Men ein borgari, sum eg hitti á vegnum herfyri, sá týðuliga mun, sigur Kirstin og flennur, hon segði:”tað sæst at eitt konufólk er komið á postin, so snotulig hølini hjá kommununi eru blivin, spælipláss hava vit fingið, og nú eru ítøkiligar ætlanir um at byggja barnagarð”. Eitt óført herðaklapp, heldur Kirstin. ?- Og tá tað snýr seg um samskifti við borgaran, hevur Vágs kommuna eina heimasíðu, har øll mál og avgerðir eru at finna. Somuleiðis er ein teigur, har borgarin hevur møguleika fyri at venda sær til kommununa, men hetta hava fólk ikki rættuliga vant seg við enn, sigur Kirstin. ?- Men fólk steðga mær ofta á gøtuni, og tá er umráðandi, at tú gevur tær stundir til at lurta, eins og tá tey ringja. Eftirsum vit eru so fá, hava vit ein ávísan dialog við borgaran, men ynskiligt er altíð við størri opinleika. Summar kommunur bera fíggjarætlanina út til húsarhaldini, og tað gerst altíð ein spurningur um orku. Okkum vantar altíð tíð. Vinnan og samstarv Høvuðsvinnan í Suðuroynni í dag er framleiðsluvinnan, og Suðuroyarætlanin hjá landstýrinum legði upp til, at oyggin skuldi virkað sum ferskfiskadepul. Men bert at leggja seg eftir fiskivinnuni, sum hon virkar í dag, er ikki nóg mikið, heldur Kirstin. ?– Vónandi varðveita vit framleiðsluvinnuna her suðuri, og tað er vinnan sjálv, ið skal menna sítt økið, og tillaga seg nútímans krøv, meðan kommunurnar eru við til at útvega karmarnar. Men tað er ikki nóg mikið, vit mugu hava annað virksemi eisini. Tí eru kommunurnar í oynni við í eini 3 ára ætlan at fáa sett ein ferðavinnusamskipara, sum skal seta gongd í fyrifeikingarnar av ferðavinnuni, og viðkomandi verður helst skjótt settur í starv. ?- Eg dugi ikki so væl at ímynda mær, at vit í framtíðini skulu síggja farleiðina eftir sjónum til Suðuroynna sum nakað sjáldsamt, í samband við at vit skulu satsa uppá ferðavinnuna. Haldi tað vera ein romantiskur tanki, at vit kunnu yvirliva her suðuri við einum skeið- og rekreatiónsdepli og einum vøkrum siglitúri, meðan restin av vinnulívinum hevur brúk fyri optimalum samfersluviðurskiftum, sum ein undirsjóvartunnil gevur. ?- Kanska føroyingar heldur velja at fara til Mykinesar og Fugloy at rekreera. Tað velst sjálvandi um, hvussu vit megna at fáa útbygt ferðavinnuna her suðuri, hvussu aktiv og kreativ vit eru! Eitt veit eg bara, onnur koma ikki at gera tað liviligt her fyri okkum, tað mugu vit sjálvi megna. ?- Vit standa við stórum demografiskum trupulleikum. Meginparturin av ungdóminum flytur av oynni, og kemur ikki aftur. Vakstrarætlanin, sum júst hevur verið á dagsskránni aftur, har kommunurnar í oynni skulu leggja 10 mill og landið 40 mill í eina pulju, skal stuðla undir nýhugsan og gera tað møguligt at fara undir nýggjar vinnuligar ætlanir. Hesar fara vónandi at lokka útbúgvin fólk aftur hendavegin, og tí er tað so umráðandi, at vakstrarætlanin verður veruleiki, sigur Kirstin. ?Men hvussu við samstarvinum og samanlegging av kommunum? ?- Tað harmar meg nógv, at vit ikki samstarva meira her suðuri, og at so nógv fokus er á klandri. Tað er altíð tað keðiliga, sum kemur fram, ongantíð tað góða og positiva. Eg eri ikki fyri at leggja kommunurnar saman, uttan at hava havt eitt ávíst samstarv frammanundan. Soleiðis hava aðrar kommunur gjørt, eitt nú Sunda kommuna, tær hava samstarva á so nógvum økjum, at tað varð ein sjálvfylgja at leggja saman. Tað modellið helli eg til. Við einum samstarvið, sum miðar móti eini samanlegging, fara vit at brúkt orkuna skilabetri, og tað opnar fyri ótømandi møguleikum fyri allar partar, sigur Kristin Strøm Bech. Myndatekstur: (mynd)Kirstin Strøm Bech Ein av høvuðstreytunum fyri at fara inn í politik er, at tú torir at hava eina meining, og standa við henni, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági?? Kvinnur í Suðuroy??Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum, er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíðska pennin og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Hetta er fimti og seinasti partur í greinarøðini.??Anna Mortensen