Carl Johan Jensen
47 ára gamli rithøvundurin hevur í mong ár markerað seg í føroyska bókmentaheiminum. Fyri tey flestu verður hann settur í samband við bersøgna, kritiska og provokerandi ummælaran, sum ikki fýrir fyri at sveiggja øksina, siga sína hugsan og vera náðileysur, tá hann viðgerð bøkur og rithøvundar. Umstríddi blaðmaðurin, rithøvundurin, týðarin og ummælarin er ein maður, tey flestu hava eina meining um "på godt og ondt".
?????
Mikkjal Helmsdal
Sjónleikarin og fyrrverandi sjónvarpsstjórin hevur serliga verið í andglettinum seinasta árið fyri sínar umstríddu og fyri summi provokerandi avgerðir sum stjóri í SVF, og hann hevur ikki fýrt fyri at spæla høgt spæl, skera ígjøgnum og fingið politiska myndugleikan upp úr stólinum.
??????????
Lat okkum byrja við at biðja tykkum stutt lýsa tykkum sjálvar?
Mikkjal: Eg eri á ein hátt eitt privat menniskja, sum havi lyndi til at halda meg aftur frá støðum, har nógv fólk eru savnaði og í staðin vera fyri meg sjálvan. Tað fellir mær náttúrligt at stilla meg á síðulinjuna og taka leiklutin sum eygleiðari heldur enn luttakari.
Men av tí sama havi eg kanska leitað mær til tað mótsatta í mínum vali av yrki og havi miðvíst lagt meg eftir at arbeiða í umstøðum, har eg havi verið noyddur at taka ein meiri "úteftirvendan" og sosialan leiklut, eitt nú sum sjónleikari, undirvísari ella leiðari.
Samstundis meti eg meg vera ambitiøsan. Mær dámar væl avbjóðingar, og tað, eg farið í holt við, ynski eg at gera 100%.
Carl Johan: Á sama hátt sum Mikkjal eri eg ein afturlatin typa, og eg fái av og á at vita, at eg eri í so afturlatin. Men mótvegis honum havi eg eisini valt eitt einsligt yrki sum rithøvundur. Eg seti mær høg mál og krevji høgt støði við tí, eg fáist við. Men hóast mína afturlatnu náttúru geri eg vart við meg og sigi mína meining hart og kontant, tá eg meti tørv vera á tí.
Hvussu kunnu tit harafturímóti lýsa hvønn annan?
Mikkjal: Carl Johan ynskir at gjøgnumføra tað, hann fer í holt við, hann leggur stórt arbeiði í tað, hann ger, og samstundis meti eg stórabeiggja vera gløggan. Og eg havi virðing fyri, at hann hevur valt at arbeiða burturav sum skrivandi listarmaður, meðan eg kanska heldur eri vorðin eitt karrierumenniskja innan mentanarøkið.
Skal eg nevna ein negativan eginleika, so meti eg, at honum av og á vantar virðing fyri øðrvísi áskoðanum. Hann kann vera líkasælur og ov lítið kenslusamur yvirfyri persónliga markinum hjá hansara medmenniskjum.
Carl Johan: Mikkjal torir at standa við sítt og óttast ikki at siga tað, hann metir vera rætt. Alt SVF-málið prógvar, at hann torir at skera ígjøgnum, og hóast eg ikki havi verið samdur við avgerðunum hjá Mikkjali, havi eg virðing fyri hansara eginleika at tora at hava eina greiða áskoðan og bera seg at sambært síni sannføring.
Hinvegin er Mikkjal sera eigukærur og heldur sera fast við tað, sum hann metir vera hansara rættur ella hansara ogn.
Hvørjir eru so líkleikarnir og mótsetningarnir millum tykkum báðar?
Mikkjal: Báðir eru vit ógvuliga treiskir, og vit eru ikki lættir at vika frá teimum áskoðanum, sum vit ? hvør í sínum lagi ? hava.
Viðvíkjandi mótsetningum okkara millum hevur Carl Johan valt eina meiri reserveraða lívsleið, meðan eg í størri mun havi ferðast í sosiala rúminum í mínum dagliga arbeiði. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna, at eg haldi meg vera meiri diplomatiskan enn hann.
Carl Johan: Ja ja, men í mínum starvi havi eg heldur ikki havt fyri neyðini at vera diplomatiskur í sama mun sum tú, tí eg livi jú av at siga mína egnu erligu meining. Men aftur til spurningin um líkleikar og munir, so minna lyndi okkara um hvørt annað, hóast ymsu yrkisleiðirnar avmynda munirnar okkara millum. Mikkjal hevur valt sosial umhvørvi og hevur eftirhondini staðið á odda ymsastaðni í sínum yrki, men ein stjórasessur hevði absolutt ikki verið nakað fyri meg. Men tað er so nakað heilt annað, at eingin hevði nokk heldur valt meg til sjónvarpsstjóra.
Hava tit báðir eitt tætt forhold?
Mikkjal: Tað eru sjey ár á muni millum meg og Carl Johan, og vit komu í grundini ikki at kennast, fyrrenn eg var tannáringur, tí hann frammanundan hevði tikið studentsprógv í Dan-mark. Í dag finna vit sera væl út av tí saman, hóast vit ikki umgangast so nógv í gerandisdegnum.
Carl Johan: Vit búgva í hvør sínum enda av býnum og síggjast ikki so ofta, men vit práta væl saman, og mær dámar væl at vera saman við Mikkjali.
Ábyrgdarleys tjóð
Fyri at kasta meiri ljós á tykkara almenna profil, hava tit so nakra ítøkiliga frágreiðing um, hví tit báðir hava markerað tykkum, og hví tit báðir meiri enn einaferð hava verið í andglettinum í almenna kjakinum?
Mikkjal: Eg meti tað vera eitt samanfall av fleiri viðurskiftum, men leiklutirnir hjá mær og Carl Johan kunnu ikki samanberast. Meðan mín uppgáva sum almennur stjóri hevur verið at finna loysnir í einum felagsskapi og sett framtíðina hjá Sjónvarpi Føroya á dagsskránna við grundgevingum, sum øll kunnu fyrihalda seg sakliga til, hevur Carl Johan arbeitt sjálvstøðugt og kunna loyvt sær at vera persónligur.
Men kanska felagsnevnarin er at finna í, at vit báðir hava havt eina konsekventa meining og insisterað uppá konsekvens. Vit hava møguliga á hvør sínum øki skumpað nøkur sjónarmið fram fyri at fáa eina reaktión. At hava eina greiða og konsekventa meining er í grundini nóg mikið til at fáa umrøðu í einum so lítlum samfelag sum okkara, og tað hava vit báðir havt.
Carl Johan: Tað eru møguliga nøkur felagseyðkenni millum meg og Mikkjal, hóast leiklutir okkara ikki kunnu samanberast, við tað at vit hava markerað okkum undir heilt ymsum fortreytum og í hvør sínum høpi. Sum Mikkjal sigur, skal tað í grundini sera lítið til at fáa umrøðu í Føroyum. Ein orsøk er, at føroyska samfelagið sum heild er eyðkent av ótta fyri stórum avgerðum, og okkara samfelag er av hesi orsøk mangan ábyrgdarleyst, við tað at føroyingar mangan skáka sær undan teimum stóru avgerðunum, sum skulu takast. Føroyingar tora ikki at skera ígjøgnum, og nógv stríð og klandur botnar í, at fólk ikki tora at taka stórar avgerðir.
Í einum slíkum samfelagi er lætt at elva til øsing, og við okkara avgjørdu meiningum eru vit møguliga komnir meiri í ljósmála, enn vit annars høvdu verið.
Um eg skilji tykkum rætt, er talan um eina andsøgn millum almenna og privata profilin: stillir og afturlatnir, men samstundis almennir, kontantir og umstríddir. Er tað rætt?
Mikkjal: Ja. Um eg skal tosa fyri meg sjálvan, eri eg ikki tann, sum rópi hart og leiki í, hóast eg møguliga kann tykjast soleiðis fyri fólk, sum ikki kenna meg. Sum sjónvarpsstjóri hevur tað ongantíð verið mín ætlan at provokera. Men tær avgerðir og útsagnir, eg havi borðreitt við, havi eg mett vera sakligt grundaðar og neyðugar fyri at seta viðurskiftini í eitt ljós, sum er í samsvar við veruleikan. Men summar avgerðir elvdu til meira øsing, enn eg hevði væntað, og tað bleiv heldur størri fokus á mín persón, enn eg ynskti mær.
Carl Johan: Eg havi upplivað, at tað er stórur munur á mær og tí fatan, fólk hava av mær, og á henda hátt fara fleiri, sum ikki kenna meg, skeiv av mínum persóni. Sostatt kanst tú møguliga siga, at tað er munur á almenna og privata Carl Johan.
Men hetta hevur aftur nakað við samfelagsnáttúruna at gera. Um eg t.d. sat og ummældi bøkur í Tromsø í Noregi, sum er á leið eins fólkaríkt sum Føroyar, so hevði eg bert verið ein av mongum ummælarum. Men í Føroyum eru færri, sum taka lut í almenna kjakinum, og tí skal so lítið til, áðrenn fólk varnast eitt navn.
Kommunisma og fullveldi
Hevur samfelagsfatan Carl Johans av Føroyum sum eitt ábyrgdarleyst og óttafult samfelag politiskar undirtónar?
Carl Johan: Ja, hetta eyðkenni føroyinga er eisini tengt at okkara støðu sum tjóð, har eitt annað samfelag hevur verið omanfyri okkara, tikið avgerðirnar fyri okkum og givið okkum pening ístaðin. Hesi viðurskifti hava seyrað niður ígjøgnum samfelagið og skapt eina føroysku náttúru, sum hevur torført við at taka ábyrgd, tí vit ikki hava havt fyri neyðini at skera ígjøgnum og taka tær stóru avgerðirnar. So leingi vit ikki kunnu taka ábyrgd av egnum gerðum, eru vit afturúrsigld.
Mikkjal: Uttan at viðmerkja fullveldisstøðuna hava føroyingar torført við at skera ígjøgnum. Granskingin verður ikki raðfest, sum lovað verður, mentanarpolitikkurin er afturúrsigldur, og vit hava í grundini ongan ásettan fjølmiðlapolitikk. Hetta fer fram, samstundis sum vit tosa um, at vit mugu hava fleiri bein at standa á. Svøríki hevur t.d. raðfest íløgur til mentanarøkið og heystar í dag stóran vinning í útflutningi sínum av t.d. tónleiki. Í staðin fyri at síggja gransking og mentan í breiðum týdningi sum útreiðslur, skuldu vit heldur at fingið eyguni upp fyri, at økini eru íløgur í framtíðar útflutningsvinnur. Hesar vantandi raðfestingarnar avdúka í øllum førum eitt ávíst stuttskygni í Føroyum.
Carl Johan: Okkum vantar heilt einfalt rætta hugburðin og árræði. Mentan verður framvegis sædd sum kostnaðarmikið marglæti, sum vit kunnu hugna okkum við, tá allar aðrar rokningar eru goldnar, men hyggja vit at Íslandi, sum hevur raðfest mentan, eru íslendskar bøkur í dag ein altjóða vøra, sum verða umsettar til nógv mál. Samanbera vit við fátæksligu sjeytiárini hava íslendingar endavent sínar raðfestingar á fleiri økjum, m.a. mentanarøkinum, og vit hava nógv at læra av tí. Aftanfyri succesina liggur eitt umfatandi og miðvíst arbeiði, sum føroyingar ikki eru farnir í holt við enn.
Hevur hetta nakað við tykkara áskoðan um fullveldi at gera?
Mikkjal: Eg eri sjálvstýrissinnaður og vinstrahallur, men eg identifiseri meg ikki við nakran ávísan flokk. Sum ungur var eg virkin í SU (Sosialistiskt Ungmannafelag), eg var javnaðarmaður burturav, og eg helli framvegis til grundleggjandi vinstrahallu virðini.
Carl Johan: So leingi Tjóðveldisflokkurin arbeiðir fyri fullveldi, eri eg við, men eg eri ikki partur av nøkrum floksapparati.
Mikkjal: Nú gloymir tú tínar túrar til Albania, Carl Johan!
Carl Johan: Jaja. Sum ungur var eg virkin saman við teimum radikalu vinstahallu, og vit nýttu eina summarfrítíð í Albania. Men tann túrurin drap væl og virðiliga mína maoismu. Tað luktaði ov nógv av missión, men tá tað kemur til sosial viðurskifti og sosiala rættvísi, er lítið broytt frá tí tíðini.
Um tit at enda hyggja afturá, kundu tit hugsað tykkum eina meiri anonyma lívsleið?
Mikkjal: Nei, eg kenni ikki nakran tørv á at vera meira anonymur, enn eg havi verið. Eg haldi ikki, at eg eri eitt so kent andlit, hóast mítt navn av og á hevur verið partur av almenna rúminum. Tað hevur ongantíð verið til nakran nevniverdan ampa fyri mítt privatlív.
Carl Johan: Eg havi ongantíð verið so kendur, at tað hevur bilað við ov lítlum anonymiteti, so tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki.
????
Fakta um Carl Johan
Føddur :1957
1976: Studentaprógv
1976: hálvt ára lestur í gudfrøði
1977-79: blaðmaður, timburlærlingur, lossingarmaður, lærlingur hjá landsverkfrøðinginum
1979-84: cand.phil. við høvuðsgrein í føroyskum
1985-2004: Rithøvundur, týðari, blaðmaður og ummælari. Búsitandi í Íslandi, Noregi, Føroyum og Australia
?????
Fakta um Mikkjal
Føddur 1964
1981-82: AFS-næmingur í USA
1984: Studentaprógv
1984-85: Sjónleikari í Svøríki
1985-86: Sjónleikari í Føroyum
1986-89: Cand. mag. við høvuðsgrein í leiklistafrøði
1990-95: ymiskt
1995-1997: Leiðari á Grímu
1997-2001: Stjóri á Nordens Institut på Åland
2001-2004: Stjóri í Sjónvarpi Føroya
2004-?: Sjálvstøðugt vinnurekandi
????????
SamrøÐa
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com