Tað var 13. november í 2015, at yvirgangsmenn tóku seg inn á spælistaðið Le Bataclan í París. Bólkurin Eagles of Death Metal var á palli, og bólkurin avlýsti restina av konsertferð síni.
Undir yvirgangsavlopinum lótu 89 fólk lív, og fleiri enn 200 fingu skaða.
Nú verður spælistaðið opið aftur, og tað verður kendi tónleikarin Sting, ið fyrstur fer á pall. Hetta hendir dagin fyri ársdagin fyri yvirgangsálopið.
Sjálvur kemur Sting við nýggjari útgávu 13. november.