Stjólu fitt av pengum og nakrar sigarettir

Tvey fólk gingu ikki leingi leys eftir eitt innbrot tíðliga í morgun

Løgreglan hevur nú tikið tvey fólk fyri innbrotið, sum var í Inn handlinum á Grønlandsvegnum í nátt.

 

Løgreglan sigur, at annar persónurin hevur játtað seg sekan og eftir at teir eru avhoyrdir, vórðu teir leyslatnir aftur.

 

Tað var tíðliga í morgun, at fólk ringdi til løgregluna og boðaði frá, at innbrot var í handlinum.

 

Stutt eftir fann løgreglan nakrar pakkar av sigarettum og nakrar krónur beint við. Men annars høvdu tjóvarnir tikið nakað av sigarettum, og einar 3000 krónur í reiðum peningi. Men teir høvdu einki brúkt av pengunum, tí hann er allur komin aftur í aftur.

 

Løgreglan sigur, at tað var rættiliga skjótt, at tey fingu illgruna til, hvørjir innbrotstjóvarnir vóru og seinnapartin í dag fingu tey fatur á teimum, og annar hevur so játtað seg sekan.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at innbrot er í hesum handlinum, tí tað var tað eisini fyri tveimum vikum síðani. Eisini tá, fóru tjóvarnir við sigarettum og pengum.

 

Og løgreglan sigur, at annar av innbrotstjóvunum, sum varð tikin seinnapartin í dag, var eisini uppi í innbrotinum fyri tveimum vikum síðani.