Stjólu og brendu skutara

Um hálvgum tvey tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í onkustaðni í Tungugøtu í miðbýnum í Havn.

 

Tá løgreglan kom á staðið, vóru tað tveir skutarar, sum eldur var festur í. Skutararnir vóru koyrdir inn í ein urtagarð og síðani var fest í teir.

 

Í dag ringdi ein úr vesturbýnum í Havn og meldaði skutaran hjá sær stolnan, og tá vísti tað seg, at talan var um annan av uppkolaðu skutarunum.

 

Sum sæst á myndarøðini var lítið eftir av skutarunum báðum.