OLJUVINNA
Broytingar eru gjørdar í fyrisitingini og eigaraskaranum av føroyska oljufelagnum, Føroya Kolvetni.
Bretaska oljufelagið Dana Petroleum plc hevur nýtt sín møguleika (option) at keypa ein størri part av partabrøvunum í felagnum.
Dana Petroleum hevði forkeypsrættin til tjúgu prosent, men upplýst verður ikki, hvussu stóran part Dana eigur av Føroya Kolvetni sum er.
Tað er Dana, ið kunnger tíðindini á heimasíðuni hjá fyritøkuni.
Nevndarformaðurin í Dana sigur á somu heimasíðu, at teir gleða seg at fara ígongd við royndarboringar, og teir síggja nógvar møguleikar í leitiøkinum, teir hava saman við Agip.
Tað hevur tó ikki eydnast at fáa fleiri viðmerkingar frá Dana.
Fyrrverandi nevndarformaðurin, Graham Stewart, verður nú stjóri í Føroya Kolvetni. Graham Stewart hevur eisini havt tilknýti til Dana, men hann verður nú stjóri í Føroya Kolvetni.
Tað hevur ikki verið møguligt at fingið at vita, hvør framtíðin hjá Nils Sørensen, forstjóra, verður í Føroya Kolvetni. Víst verður til eitt tíðindaskriv, ið verður sent út í komandi viku.