Stjórin í Suðuroyar Sparikassa sagt upp

Mikkjal Sørensen fer úr starvinum á nýggjárinum

Uppsøgn

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa hevur sagt upp.
Mikkjal Sørensen bað herfyri umsjónarráðið um at verða loystur úr starvi og tað hevur umsjónarráðið tikið til eftirtektar.
Mikkjal Sørensen fer frá 31. desember og hetta til tá, fer umsjónarráðið at brúka til at leita eftir nýggjums stjóra.
Mikkjal Sørensen hevur verið stjóri í Sparikassa í 19 ár. Men longu tá hevði hann nokk so drúgvar royndir úr bankaverðini.
Longu beint eftir lokið realprógv fór hann í læru í Sjóvinnubankanum sum tá var og har var hann til í 1985, tá ið hann tók við stjórastarvinum í Suðuroyar Sparikassa.
Hann hevur sostatt verið stjóri í 19 ár.
Og tað heldur hann er nóg mikið.
Mikkjal Sørensen sigur í stuttari viðmerking, at tað hevur gingið væl hjá Suðuroyar Sparikassa hesi árini og tað stendur eisini væl til, nú hann leggur frá sær.
Einasta orsøkin til, at eg nú leggi frá mær, er, at eg vil sleppa at royna okkurt annað eftir 31 ár í banka- og Sparikassavinnuni og 19 árum sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur hann.
Hann leggur tó afturat, at enn veit hann ikki, hvat hann fer at takast við.