Stjørnan avgjørdi í fyrra hálvleiki

Serliga í fyrra hálvleiki tóktust nógvu landsliðsleikararnir hjá Kyndli tungar, og tá tær í seinna hálvleiki komu ígongd, var longu ov seint

Stjørnan-Kyndil 33-24 (22-12)


Hondbóltur


Tað tóktist ikki at vera tað stóra ivamálið, tá Kyndil týskvøldið vitjaði í Klaksvík.

Stjørnan legði seg beinan vegin framum, og størsta partin av fyrra hálvleiki togaðu tær seg alsamt longri frá Kyndli. Tá munurin var størstur, vóru 12 mál á muni, og hóast Kyndil síðani fekk minkað nakað um munin, so kom sigurin hjá klaksvíkingunum ongantíð í vanda.


Gekk væl

Annika Ljósstein, sum í fjør var liðskipari hjá Stjørnuni, men sum í ár hevur latið armbindið frá sær til Annu Kristinu Samson, segði eftir dystin, at tær vóru væl nøgdar um avrikið.

- Í fyrra hálvleiki gekk spælið ótrúliga væl fyri okkara viðkomandi. Tá kyndilsliðið so samstundis tóktist rættiliga tungt og ókonsentrerað, sluppu vit beinan vegin avstað, og ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki byrjaði ferðin at fella.

- Kanska vit tóku tað eitt sindur róligt í seinna hálvleiki, men í øllum førum var Kyndil nógv broytt tá. Tær spældu nógv skjótari og betri umhugsað, men eg haldi ikki, at tað nakrantíð var ivi um, hvør fór at vinna dystin, sigur Annika.


Tungt hjá landsliðsleikarum

Hon leggur annars afturat, at tað allar helst eisini hevði sítt at siga, at Kyndil hevur havt somikið nógvar leikarar á landsliðnum.

- Hjá okkum hevur bara Joan M. Joensen spælt við í landsdystunum, meðan vit aðrar hava havt frí frá hondbóltinum í tvær vikur. Tí gleddu vit okkum allar at koma á vøllin.

Annika leggur afturat, at tað hjá Kyndli tóktist vera púra øvugt. Kyndil hevði um vikuskiftið fýra leikarar við í landsliðshópinum, og hesar eru helst í størri mun enn tann eina hjá Stjørnuni berandi kreftir á liðnum.

Tá tær so hava nýtt somikið nógva orku til at fokuserað upp á landsliðsuppgávurnar, er ikki meira enn náttúrligt, at hetta merkist aftur í fyrstu landskappingardystunum.


Adriana á veg

Annars kundi Annika eisini bera tey gleðisboðini til viðhadlsfólkini hjá Stjørnuni, at tað nú fer at styttast, til Adriana Milodanovic aftur verður tøk hjá teimum.

Mikudagin fór hon á skaðastovuna, har gipsið skuldi takast av, og eftir hetta skuldi støða so takast til, hvussu og nær hon av álvara kundi fara undir venjingarnar.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Vesna Tomajek 9(3), Joan M. Joensen 5, Anna K. Samson 5, Annika Ljósstein 4, Una Olsen 4, Bára Skaale 3, Sólvá Eystberg 2, Rannvá Andreasen 1(1)

Kyndil: Jórun Ludvig 7(1), Ann Hansen 7(3), Anita Kjærbo 4, Signhild Petersen 3, Christina Holm 1, Brynhild Klein 1, Jensia Petersen 1

Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 6

Útvísingar: Kyndil 3

Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen