Hondbóltur
Ætlaða gullveitslan í Klaksvík varð av ongum sunnudagin. Her hevði Stjørnan annars gyltan møguleika at taka eitt heilt avgerandi fet móti FM-heitinum, tá VB kom á vitjan, tí hóast talan bert var um fjórða dystin í endaspælinum, so vildi ein heimasigur her opna eitt somikið stórt glopp niður til VB, at tað allar helst bert var í teori?ini, at klaksvíkskvinnurnar kundu missa hetta.
Tendraðar frá fyrsta bríksli
Um so hevði verið, so hevði helst okkurt slag av veitslu verið hildið onkra staðni í Klaksvíkini, men hetta varð so av ongum. Og um veitslan var nakrastaðni, so mundi tað vera á drúgvu ferðini hjá VB, tá tær sunnukvøldið ferðaðust heim aftur til Vágs við tveimum stigum at koyra í posan.
Og lat tað beinan vegin verða sagt, at sigurin hjá VB var so ruddiliga uppiborin. Frá fyrsta bríksli sýndu tær, at tær fram um alt høvdu viljan til at syrgja fyri, at gullmerkini frá í fjør ikki so lætt skuldu latast av hondum. Verjan stóoð sum ein múrur frá fyrsta bríksli, og hóast Stjørnan royndi at seta dagsskránna við eyðkenda tempo-hondbóltinum, so hjálpti hetta lítið. Fyri hvørjum gjøgnumbroti og fyri hvørjari skotroynd stóð onkur VB-kvinna fyri, og einastu ferð Stjørnan á talvuni stóð við stigunum var, tá tær fyrstu minuttirnar vóru á odda 2-1.
Eftir hetta vóru tað nevnliga VB, sum vóru tær stinnaru. Tær brúktu vápnið hjá Stjørnuni, har bólturin varð koyrdur skjótt runt á vøllinum, og serliga á vengrunum megnaðu tær ofta at spæla tungt, meðan Daiva og Aukse ikki vóru at steðga mitt fyri.
Stuttligur mótleikur
Eftir 20 minuttum hevði VB soleiðis toygt seg upp á 11-4. Ein støða, sum væl kundi verið nógv verri, um ikki Lidia Vladic tók sær av somikið nógvum hesa løtuan. Og tað mundi standa øllum greitt, at skuldi Stjørnan gera nakað sum helst, so máttu stór stig takast.
Hetta varð eisini roynt, tá Stjørnan longu nú fór út í mansverju av báðum teirmum útlendsku leikarunum. Ein mansverja, sum fram til steðgin tóktist at muna væl, soleiðis at munurin minkaði niður í fýra mál. Men vandin við at nýta mansverju somikið tíðliga í dystinum er jú, at mótstøðan hevur góðar stundir at finna sær eitt mót-trekk, og tað var eisini júst hetta, sum VB nýtti steðgin til.
Tað sá kanska eitt sindur komiskt út til tíðir, nú VB hevði latið at kalla alla skipan á spælinum verið eftir í skiftirúminum. Bæði tær báðar, Daiva og Aukse, sum skuldu mansverjast ? men eisini hinar á liðnum, fóru ferð eftir ferð rótandi inn í Stjørnu-verjuna. Skil varð ikki hildið á, hvør skuldi halda vongplássið og hvør spældi mitt fyri, og fyri tað nógva gav hetta útslag í einum stórum vøsi. At Stjørnan so eisini lat seg draga við í óskipaða spælið, samstundis sum VB sýndi, at tær ein móti einum hava ein sera sterkan hóp, gav eisini júst tað støðuna, sum VB hevði ynskt sær. Stjørnan tók sær time-out, har liðið varð umskipað nakað og mansverjan slept, og so kundu føroyameistaranrir aftur fara at spæla vanligan hondbólt, har tær nú bert skuldu syrgja fyri, at sigurin varð koyrdur heim.
VB eigur fyrimunin
Og tað bleiv hann eisini so ruddiliga. Tó at møðin nú var farin at merkjast á leikarunum ? tær framdu onga útskifting gjøgnum allan dystin ? so tóktust tær alla tíðina hava yvirskotið til at seta trumf á, og tá Stjørnan eitt skifti aftur minkaði niður í fýra mál, varð seinasti seymurin smíðaður. Trý kvik mál á rað beindu allan iva til viks, og so kundu ljódligu VB-áskoðararnir seta enn meira volumu á røddirnar, sum fyri tað mesta doyvdu at kalla alt ljóð frá KÍ-áskoðurnum, sum helst mundu telja tann allar størsta partin av teimum 700 áskoðarunum, sum vóru til staðar.
Og tey hjá VB høvdu eisini alla orsøk at fagnast ? og tað sama hevur hondbóltskappingini sum so eisini. Sigurin blásti nevnliga kvinnukappingina víðopna aftur, og skal nakað tos vera um favorittar nú, so má tað helst blíva VB. Fram um Stjørnuna, so hava tær nevnliga tann fyrimunin, at tær hava leikt á útivølli móti bæði Stjørnuni og VÍF, og tað vil so við øðrum orðum siga, at tá teir heilt avgerandi dystirnir eru á skránni, so verður hetta í VB-høllini, sum ikki man kennast sum nakað hugagott stað at vera hjá einum útiliði.
Stjørnan hevur sjálvandi framvegis fyrimunin av einum stigi, men tað kann skjótt vísa seg at verða ein stokkum gleði. Við útidystum í bæði Vestmanna og Vági hava tær eisini eina óvanliga trupla dystarskrá eftir, og nú hava tær so ikki tey fimm ætlaðu stigini at dúva uppá.
Steypafavorittar
Og so slepst heldur ikki undan at nevna, at VB við sigrinum staðfestu seg sjálvar sum favorittar at endurvinna steypakappingina.
Her verður mótstøðuliðið enn einaferð Stjørnan, men sunnudagurin sýndi í øllum førum, at tað tá mest stendur á, so eru tað í løtuni tær hjá VB, sum tykjast betri gearaðar til uppgávuna. Heldur enn at lammast av uppgávuni, varð avrikið hjá hvørjum einstøkum leikarai skrúvað langt uppeftir, og tann partin av spælinum megnaði Stjørnan so ikki hesaferð. Skulu tær gera nakað sum helst við VB nú leygardagin, so krevst av teimum, at eisini sálarligi parturin av spælinum fæst í rættlag, og longu áðrenn tað skal gerast, eru stór sár, sum mugu lekjast.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 19-26 (9-13)
Málskjúttar
Stjørnan: Anna Kristina Samson 4, Katarina Stepanov 4, Una Olsen 3, Joan M. Djordjevic 3(2), Bára S. Klakstein 3, Annika Ljósstein 1, Alina Olaru 1
VB: Aukse Vysniaskaite 9(4), Daiva Toumaite 7, Margreth Augustinussen 4, Gurið Mortensen 4, Rannvá Augustinussen 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 4
Útvísingar: Stjørnan 2, VB 3
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen & Gunnar Gregoriussen. Tá størsta trætumálið í dystinum var ein kontradómur viðvíkjandi mál- ella hornakasti (og har var endaligi dómurin eisini rættur), so sigur tað sína egnu søgu um eitt avbera gott dómaraavrik.