Stjørnan heldur fast í venjaranum

Stjørnan er longu í holt við at brynja seg til komandi hondbóltskappingarár

Stjørnan hevur í kvøld longt sáttmálan við bæði venjaran,Per Klarup, ogmálverjan, Raluca Ungureanu. Tað hava bæði átt stóran lut í framgongdini hjá Stjørnuni seinasta kappingarárið.

 

Per Klarup hevur næstan bygt felagið upp av nýggjum, eftir at nýggj nevnd setti sær fyri at endurreisa Stjørnuna. Kvinnuhondbóltur í Klaksvík hevur ikki havt tað so gott seinnu árini, men tað er greið tekin um framgongd í løtuni.

 

Liðið liggur í løtuni á 5. plássi í landskappingini við tíggju stigum. Felagið hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir, men tað skal ganga óvanliga væl um vikuskiftið, um liðið skal koma víðari til hálvfinalurnar.