Kvinnuhondbóltur
Stjørnan vitjaði sunnudagin í Runavík, har tann á pappírinum lættasti útidysturin á árinum stóð fyri framman. Tjaldur hevur í alt ár hildið til niðast á stigatalvuni, og tó at tær gjørdu ein vørr herfyri móti einum kreppurakturm neistaliðið, so var ikki væntandi, at tær fóru at gera stórvegis við Stjørnuna, sum higartil hevur krøkt seg rættiliga fast at oddaliðunum.
Fylgdu væl við
Tað kundi tó verið okkurt sum bendir á, at Tjaldur nú hevur fingið betri treysti at gera seg galdandi í bestu deildini. Í øllum førum tóktust tær so avgjørt ikki hava nakrar ætlanir um at lata gestirnar sleppa uttan víðari, nú Stjørnan var komin á vitjan.
Tvørtur ímóti tóktist tað eina løtu soleiðis, at tað var Tjaldur, sum var omaná. Við at ansa leikandi venjaranum hjá Stjørnuni væl, soleiðis at hon ikki kundi gera alt ov nógv um seg, fekk Tjaldur partvíst steðga vandamesta vápninum hjá Stjørnuni, og tá tað so samstundis lá ræði fyri hjá teimum báðum útlendsku á tjaldursliðnum, var leingi líkt til, at talan skuldi gerast um ein heilt spennandi dyst.
Seinastu løtuna undan steðginum eydnaðist tó Stjørnuni at skræða seg leysa, men hóast hetta, so slepti Tjaldur ongan tíð heilt. Heldur royndu tær av øllum alvi at vinna tað mista innaftur eftir steðgin, men hetta eydnaðist tó ongantíð. Eitt skifti hótti Stjørnan eisini við at økja enn meira um leiðsluna, men tað bleiv so ongan tíð til meira enn tað sama, soleiðis at Stjørnan við einum sigri kundi taka enn fastari um triðja plássið á stigatalvuni, har tær framvegis bert eru trý stig aftan fyri VB og VÍF.
Tjaldur er hinvegin framvegis á aftasta plássinum í deildini, men hóast hetta, so er tað ivaleyst ein uggi hjá liðnum, at tær soleiðis alla tíðina kundu fylgja einum av fremru liðunum. Stig kastaði tað tó ikki av sær í hesum umfarinum, men verður hugburðurin eisini hin sami framyvir, er ikki óhugsandi, at hesi fara at koma. Fyrstkomandi tykist tó í løtuni at vera nakað burturi. Tjaldur hevur nevnliga frí komandi vikuskifti, og eftir steypafinaluna verður tað VÍF, sum kemur á vitjan.
Dysturin í tølum:
Tjaldur-Stjørnan 17-20 (9-13)
Málskjúttar:
Tjaldur: Lenka Ribaric 7(3), Melica 6(1), Ann Mari Østerø 3, Sonja Gleðisheygg 1
Stjørnan: Natasha Stamenkovic 9, Danijela Ercevic 6(2), Bára S. Klakstein 2, Una Olsen 2, Ragna Andreasen 1
Brotskøst: Tjaldur 5, Stjørnan 2
Útvísingar: Tjaldur 3, Stjørnan 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johnanse & Sámal Hansen