Stjørnan er oddalið í bestu kvinnudeildini. Kvinnurnarnar úr Klaksvík hava vunnið sær lítlan fyrimun, nú seinastu fimm dystirnir skulu avgreiðast næstu vikurnar.
Stjørnan er tvey stig framman fyri Neistan og Tjaldur. Tað kann vísa seg at verða serliga umráðandi, tí tað eru nummar eitt og tvey, sum sleppa í finalurnar um føroyameistaraheitið. Stjørnan kann tí loyva sær at snáva einaferð, tí annað hvørt Neistin ella Tjaldur missa stig, tá hesi liðini hittast sunnudagin.
Uppiborin sigur
Stjørnan vann á VB í KÍ-høllini. Dysturin var javnur, men spælið var serliga merkt av mistøkum. Í álopsspælinum vóru fleiri skeivar sendingar, og verjuspælið hjá báðum liðunum var lítið sannførandi.
VB var omaná fyrstu løtuna, men heimaliðið fór upp í ferð og var tvey mál framman fyri í hálvleikinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru gestirnir úr Vági brádliga á odda við einum máli, 18-17, men so fóru føroyameistararnir aftur undan, og tá kláraðu vágskvinnur ikki at hótta leiðsluna.
Fimm dystir eru eftir at spæla. Stjørnan er framvegis nummar eitt, og hevur ein lítlan fyrimun, sammett við hini bæði liðini.