hondbóltur
Yelena Barlov fekk bert tríggjar dystir sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Mánadagin tók nevndin í felagnum nevnliga avgerð um at siga hana úr starvinum, og skuldi hon ætlandi fara aftur til heimlandið týsdagin.
Um orsøkina til uppsøgnina sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, at leikandi venjarin snøgt sagt ikki hevði tær dygdir, sum tey í Stjørnuni høvdu roknað við.
- Sum leikari var skjótt greitt, at hon ikki var tann styrkurin, sum vit høvdu vónað. Fyri fyrst vildu vit tó ikki taka eina alt ov skjóta avgerð, men góvu henni ístaðin møguleika at vísa, at hon hevði dygdir sum venjari, men tíverri mugu vit bara staðfesta, at hesar dygdirnar heldur ikki vóru nóg stórar.
- Talan var eisini um at gerast um misstemning í leikarahópinum, og tí valdu vit í nevndini at handla skjótt. Eftir at hava gingið málið ígjøgnum komu vit til ta niðurstøða, at tað besta fyri allar partar var, at samstarvið steðgaði alt fyri eitt, og hesum boðaðu vit so Yelenu frá.
Tað skerst ikki burtur, at vónbrotið í Stjørnuni er stórt, nú felagið hevði nýtt somikið nógva tíð og orku til at fáa venjaraloysnina, men Kristoffur ásannar bara, at tað er ikki altíð, at upplýsingarnar um útlendskar leikarar eru so eftirfarandi.
- Eg má annars siga, at í so máta hava vit her í Stjørnuni verið sera heppin. Vit hava fram til hetta at kalla bara havt góðar royndir av útlendsku leikarunum. Vanliga roynir mann jú eisini at spyrja seg fyri ymsastaðni, áðrenn nøkur avtala verður gjørd, og soleiðis var eisini hesaferð, men tað vísti seg bara ikki at rigga, sigur hann.
Hinar báðar útlendsku kvinnurnar, sum í ár eru komnar afturat hópinum hjá Stjørnuni verða tó framvegis í felagnum. Tær eru málverjin, Lydija Vivlojic og bakspælarin, Katarina Stepanov. Higartil hevur serliga Katarina gjørt nógv um seg, og formaðurin í felagnum dylir ikki fyri, at vónin framvegis er, at tað skal bera til at stríðast heilt frammi í oddinum.
- Vit hava framvegis eitt sera gott lið. Bak-ketan hjá okkum man vera ein hin sterkasta í landinum, og fáa vit alt at rigga, so ivist eg ikki í, at vit kunnu øllum liðunum í landinum ein skarpan gang. Fyrsta royndin av hesum verður sunnudagin, tá VB kemur á vitjan, og vit ætla so á ongan hátt, at tær skulu fáa nakra lætta uppgávu her.
Mánakvøldið fundaðist nevndin í Stjørnuni so um, hvør skuldi verða nýggjur venjari hjá liðnum.
Fyribils varð longu avgerð tikin um, at Svein Rógvi Nielsen, skuldi taka sær av liðnum, og nú er so avgjørt, at fyribilsloysnin eisini verður varandi.
- Vit høvdu jú longu Rógva í felagnum sum ungdómsvenjara, og á fundinum var breið semja um, at tað besta var, at hann tók við starvinum. Ikki minst tí hann frammanundan hevur gott innlit í bæði felagið og leikarahópin, og eftir at hava tosað við leikararnar varð endaliga støðan tikin.
Rógvi var í árunum frá 1999 til 2001 knýttur at venjingini í Stjørnuni, men tey bæði seinastu árini hevur hann gingið í skúla í Havn, og hevur hann her verið venjari hjá Kyndli.
Undan hesum kappingarárinum varð hann settur í starv sum ungdómsvenjari hjá Stjørnuni, og tó at nýggja heitið soleiðis verður lagt omaná ta byrðuna, so rokna tey í nevndini við, at hetta fer at ganga. Og sjálvur tykist Rógvi eisini vera hampuliga spentur upp á nýggju avbjóðingina.
- Fyrsta málið verður so at fáa liðið at rigga sum eina heild. Tann parturin hevur ikki verið nóg góður fyrstu dystirnar, og tað má fáast í rættlag. Og so mugu vit eisini fáa kontra-spælið at rigga. Tað hevur verið eitt av eyðkennunum hjá Stjørnuni seinastu árini, men higartil í ár hevur tann parturin heldur ikki verið serliga eyðsýndur. Teir báðir lutirnir eru so teir, sum eg fyrst og fremst fari at leggja meg eftir, sigur nýggi venjarin.