Stjørnan kann skapa spenningin

Vinnur Stjørnan oddadystin móti VÍF sunnudagin, kemur spenningur av álvara í aftur landskappingina hjá kvinnum

Hondbóltur ? kvinnur


Eingin sum helst ivi er um, hvør stórdysturin hetta vikuskiftið verður. VÍF fer á vitjan í Klaksvík, og helst kann longu nú staðfestast, at størri uppgávu enn tað sama fáa meistararnir ikki í føroysku kappingini.


Nógv gott í væntu

Her er ikki bert talan um dyst millum meistararnar tey bæði seinastu árini. Hetta er dysturin millum tey bæði liðini, sum hava staðið seg nógv best í ár. Millum toppskjúttan trý tey seinastu árini móti leikaranum, sum hóttir við at taka hendan heiðurin í ár. Millum tvær stinnastu málverjarnir í kvinnudeildini og soleiðis kundi ein hildið áfram.

Kanska hava avrikini hjá báðum liðum ikki verið so øgiliga sannførandi seinastu tíðina, men hetta botnar helst eisini í, at tey sjáldan hava fyri neyðini at spíla seg út. Munurin niður til hini liðini hevur snøgt sagt verið alt ov stórur, til at nøkur verulig hóttan hevur verið í hesum, og eitt nú hevur tað verið týðiligt hjá VÍF, at tær hava spart stuðulsleikarar seinastu dystirnar, soleiðis at tær við vissu eru 100% klárar til dystin.

Annars kann til stuttleikar nevnast, at tað er í júst hesum dystinum, at oddaliðið hevur havt trupulleikar seinnu árini. Í fyrraárið vann VÍF púrasta í Klaksvík, eftir at Stjørnan hevði sópað alla aðra mótstøðu til viks, og í fjør var júst hesin dysturin tann einasti, har VÍF ikki fekk fulla úrtøku.

Sjálvandi kunnu hagtølini ikki nýtast til so øgiliga nógv, men hinvegin er lítið at ivast í, at áskoðararnir fáa ein spennandi dyst. Ein ferðmiklan dyst, har leikararnir fara at geva seg fult út og kanska nakað afturat.

Roknað verður við tí heilt stóra, og tað er so púrasta víst, at tað verður ein stúgvandi full KÍ-høll, sum fer at leggja gólv til dystin.


Botnliðini kunnu bíta

Sæð í mun til stórdystin, so mest sum følna vónirnar til hinar dystirnar, men fyri tað er ikki vist, at talan als ikki verður um spenning.

Ikki minst kann tað gerast spennandi í Havn, tá VB kemur á vitjan hjá Kyndli. Kyndil hevur higar til í ár havt sera vánalig úrslit, men tað merkir avgjørt ikki, at avrikini alla tíðina hava verið eins vánalig. Størsti trupulleikin tykist vera, at tær hava valt at nýtt teir góðu dystirnar, tá mótstøðuliðini hava verið sterk, meðan snøgt sagt einki hevur borið til, tá spælt hevur verið móti hinum botnliðunum.

Nú kemur VB, sum ivaleyst hoyrir til sterkaru liðini í deildini, á vitjan, og so er spurningurin, hvussu verður við Kyndli hesaferð. Spæla tær, sum tær gjørdu móti VÍF seinast, kann væl verða, at VB fær ein sera truplan dyst, men er lagið á kyndils-liðnum hinvegin ringt, fer VB uttan iva at leggja enn størri sjógv niður til tey trý niðastu.

Seinastur av teimum trimum dystunum er tann í Havn sunnudagin, har Sóljan kemur á vitjan hjá Neistanum. Her er neyvan nakar ivi um, at tað er Neistin, sum er favorittur, um metast skal eftir stigatalvuni. Hinvegin hava avrikini hjá Neistanum als ikki verið sannførandi, tá tær í seinastuni hava vunnið á StÍF og Kyndli. Í báðum førum var talan um sera teprar sigrar, og megna tær ikki at lyfta seg sjálvar, kunnu vágakvinnurnar væl verða tær, sum skapa fyrstu veruliga sensatiónina í kvinnudeildini í ár.