Hondbóltur
Ikki kundi roknast við, at Sóljan skuldi fara at gera tað stóra við Stjørnuna, tá liðini hittust sunnudagin.
Soleiðis varð heldur ikki, og í roynd og veru var sjáldan spenningur um úrslitið.
- Tær eru nokk ein klassa omanfyri okkum, so tað skuldi helst eisini verið talan um ein tryggan sigur, helt Albert Ellefsen, sum í ár er við til at venja Sóljuna.
- Málið hjá okkum er so heldur ikki at blanda okkum í oddin. Vit skulu halda sætið í deildini, og hetta í sjálvum sær verður ein sera torfør uppgáva. Liðið hjá okkum er sera ungt, og enn resta nógvar royndir í, sigur Albert. Hann vísir í hesum sambandi á, at meginparturin av liðnum er úr 21 ár og niðureftir, og at tann yngsta á liðnum ikki er meira enn 15 ár.
- Hetta er ikki meira enn eitt styrkt unglingalið, og tá eigur munur at vera á, sigur Albert Ellefsen at enda.
Bara øktu
Um dystin sjálvan er annars ikki so nógv at siga. Fyrstu løtuna fylgdust liðin í málskjóting. Frá støðuni 5-7, tók Stjørnan so dik á seg, og fór upp á 6-13. Eftir hetta var talan bert um ein spurning at fáa tíðina at ganga, og Stjørnan bara økti javnt og samt um leiðsluna.
Fyri Stjørnuna var tað helst fløvandi at enda rokmilku vikuna við einum tryggum sigri, men spurningurin er so bert, hvørja nyttu hesin ger. Gullið man í øllum førum vera gloppið teimum av hondum, eins og tær heldur ikki hava møguleikan at vinna steypakappingina.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Sóljan: Marjun Jørgensen 5(1), Hertha Simonsen 4, Heidi Haraldsen 2, Heidi Marita Akselsen 2, Sólja Nielsen 1, Jóna Gudmundsen 1, Fía Selma Nielsen 1
Stjørnan: Annika Ljósstein 11(2), Joan M. Joensen 4(2), Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 3, Simona Dziugyte 3, Sólvá Eystberg 3(1),Vesna Tomajek 1
Brotskøst: Sóljan 2, Stjørnan 7
Útvísingar: Sóljan 1
Dómarar úr StÍF: Jón Rasmussen og Alexandur Johansen