Hondbóltur
Trýstið var á Stjørnunni undan teimum báðum hálvfinalunum móti VB um vikuskifti. Við eini tungari gongd, sum hevði borið trý tap í fýra dystum við sær, vóru fleiri farin at ivast í styrkini hjá liðnum, sum annars í alt ár hevur verið roknað sum tað á pappírinum sterkasta í kvinnukappingini.
Reistust í Vági
Men knívurin á barkan, sum Stjørnan hevði leygardagin, var helst akkurát tað, sum skuldi til, fyri at spælararnir av álvara tóku seg saman.
Í Vági var tað annars VB, sum tóktist koma betri frá byrjan. Stjørnan fekk tó um endan, áðrenn farið varð til hálvleiks, og so gekk tað bara annan vegin. Eftir steðgin stormaði Stjørnan avstað, og var tað ikki fyri Daivu Toumaite, so vildi talan verið um rættiliga sorl hjá VB. Ikki færri enn 17 av teimum 22 VB-málunum stóð langlimaða litaviska landsliðskvinnan fyri, og tað sigur nakað um, hvønn týdning hon hevur fyri liðið. Ellar rættari, hvussu tengt liðavrikið hjá VB er av henni.
Avgreiðsluspurningur
Trivaligi sigurin í Vági gjørdi sjálvandi sítt til, at spenningurin ikki var tann heilt stóri undan seinna dystinum. Stjørnan hevði at kalla vissað sær finalusessin, og tí gjørdist talan ongan tíð um tann stóra intensitetin. Nakað, sum eisini var sjónligt í áskoðaratalinum. Eitt áskoðaratal, sum helst er tað lægsta í nógv ár, tá talan um dyst millum Stjørnuna og VB.
VB var heldur ongan tíð í nær námind at hótta samlaða sigurin hjá heimaliðnum, sum við einum 30-20 sigri gjørdist í alt 19 mál til støddar.
Endin av gyltu árunum
Meira enn nakað, so mundi greiða tapið eisini staðfesta, at gylta tíðarskeiðið hjá VB nú er av á hesum sinni. Nakar skelkur man hetta tó ikki vera sum so, tí fráfallið hjá liðnum hevur veruliga verið massivt hetta kappingarárið.
Undan kappingarbyrjan stóð greitt, at liðið mátti klára seg uttan Ausku Vysniaskaite, sum í fjør liðnum ein hollur stuðul. Gurið Mortensen var framvegis í Danmark, og hóast hon hevur ferðast heim til nógvar dystir, so er hetta ikki heilt optimalt. Og verður so fráfallið av Lailu Jespersen, Rannvá Augustinussen og Christinu Holm í endaspælinum lagt afturat, stendur greitt, at nærum eitt heilt lið í landsliðsflokki ikki longur var tókt hjá vágbingunum. Ein frágongd, sum neyvan nakað lið í landinum kundi staðið ímóti uttan víðari.
Armarnar niður
Í so máta var talan kanska eisini um eina hálvgum bíliga bakgrund hjá Stjørnuni. Sjálvandi fingu tær einki forerandi í dystinum, men VB anno 2006 er altso ikki nær námind VB anno 2005.
Og hjá spælarunum í Klaksvík er helst eisini altavgerandi at skriva sær niður, at eitt gott avrik í hálvfinaluni ikki av sær sjálvum merkir ein sigur í finaludystinum. Har skal Stjørnan mest sannlíkt spæla ímóti Neistanum, og tað í sjálvum sær eigur eisini at vera nóg mikið til at motivera spælararnar. Ikki bara tí FM-heitið tá stendur á skránni. Men eisini tí júst Neistin við steyapasigrinum var liðið, sum setti gongd á niðurtúrin, sum Stjørnan stríddist við fram til leygardagin.
Fakta um dystirnar
VB-Stjørnan 22-31 (12-14)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 17(9), Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1, Mryna Zhylko 1, Monika Samuelsen
Stjørnan: Alina Olaru 11(3), Una Olsen 5, Louisa Andreasen 5(2), Bára S. Klakstein 4, KAtarina Stepanov 3, Joan Midjord Djordjevic 1, Maria við Neyst 1, Durita Christoffesrsen 1
Brotskøst: VB 11, Stjørnan 7
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 4
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
Stjørnan-VB 30-20 (16-10)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 7(2), Durita Christoffersen 5(1), Joan M. Djordjevic 5, Bára S. Klakstein 4, Katarina Stepanov 2, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 2(1), Louisa Andreasen 2, Maria við Neyst 1
VB: :Daiva Toumaite 10(1), Maryna Zhylko 3, Margreth Augustinussen 3, Sára Samuelsen 1, Monika Samuelsen 1, Gurið Mortensen 1, Jóna Thorsteinsson 1
Brotskøst: Stjørnan 5, VB 1
Útvísingar: Stjørnan 1, VB 5
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen. Høvdu eins og spælararnir ein heldur róligan arbeiðsdag
Stjørnan í finaluna við samanlagt 61-42