Tað sá annars einki út hjá Stjørnuni í hálvleikinum, tí Kyndil var á odda við seks málum, 13-7. Í Vági vann felagsliðið, VÍF/Tjaldur, á VB.
Stjørnan hevur fingið eina sera ringa byrjan upp á kappingarárið, men í dag bragdaði. Tað var tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at ferð kom á heimaliðið, sum var aftanfyri við seks málum í hálvleikinum.
Kyndil megnaði bara at skora trý mál í seinna hálvleiki, meðan Stjørnan skoraði 11. Sostatt vann Stjørnan 18-16, og fekk síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum.
Í Vági vann VÍF/Tjaldur 30-25 á VB. Hetta er eisini fyrsti sigurin felagsliðnum í hesum kappingarárinum, og nú hava øll liðini fingið stig.
Fremsta deild kvinnur:
Stjørnan Kyndil 18-16
VB - VÍF/Tjaldur 25-30