Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur helst havt eitt sera stimbrandi prát við sínar leikarar í hálvleikinum. Sum venjari hjá Stjørnuni hevði hann lítið at frøast um aftaná fyrstu 30 minuttirnar. VB var á odda 12-10 í hálvleikinum.
Men tá dysturin var liðugur høvdu gestirnir vunnið 34-21.
Stjørnan setti ferðina upp í seinna hálvleiki, og heimaliðið hevði ongan møguleika at fylgja við. Málini raplaðu inn, og føroyameistararnir vunnu uppiborið.
Fyrstu stigini
Kyndil er júst flutt upp í bestu deildina, og havnarliðið vann fyrstu stigini í hesum kappingarárinum í gjár.
Uppflytararnir vitjaðu í Vestmanna, har VÍF var lítið sannførandi. Úrslitið var 30-19 til Kyndil.
Serliga riggaði verjuspælið hjá gestunum væl, og heimaliðið hevði sera trupult við at spæla seg ígjøgnum.