Hondbóltur
Eftir seks mála tap í fyrra dystinum móti Niksic mundu tey flestu halda, at leikluturin hjá Stjørnunni í EHF var av.
Men tað var tó um reppið, at klaksvíkskvinnurnar tóku øll á bóli. Seinna dystin vann Stjørnan nevnliga við fimm málum, og vóru tær tí bert tvey mál frá víðari luttøku. Tvey mál, tí mál á útivølli telja meira, og tá Stjørnan á pappírinum hevði útidyst fyrra dagin, vildi ein 29-23 sigur í seinna dystinum ikki verið nóg mikið.
Sum skilst, so var tað ikki minst við góðum verjuspæli, at Stjørnan tók so dyggiliga til í seinna dystinum. Hetta gav møguleika fyri fleiri kontra-álopum, og tá hesi í flestu førunum góvu mál, gjørdist spenningurin øgiligur.
Tí var ónøgdin eisini stór, tá Una Olsen móti dystarenda fekk eina útvísing, sum væl hugsandi fekk avgerandi ávirkan á seinastu løtuna av dystinum.
- Tað var mest sum láturligt, sum dømingin var seinastu løtuna, og sjálvandi iðra vit okkum um, at vit ikki komu víðari. Men samanlagt haldi eg tó, at vit eru væl nøgdar. Vit skuldu bara ikki havt tapt so nógv í fyrra dystinum, tí við seks málum gjørdist munurin ov stórur, segði Una Olsen, tá vit mánamorgunin fingu orðið á hana.
Tá skuldi Stjørnu-hópurin undir drúgva ferð aftur til Føroya, og ikki fyrr enn seint í kvøld koma tær aftur til Føroya.
Um dystirnir sjálvar heldur Una annars, at hesir vóru sum dagur og nátt.
- Fyrra dystin spældu vit á ongan hátt upp til okkara besta. Eg veit ikki, um tað var langa ferðingin, nógvi hitin ella bara ov stór virðing fyri mótstøðuni. Men tað var bara ikki nóg gott. Til seinna dystin vistu vit sjálvandi betri, hvussu tær spældu, og so megnaðu vit eisini at lyfta okkara spæl. Vit høvdu at kalla ongar persónligar feilir, og vit skoraðu upp á teir uppløgdu møguleikarnar, og tað gjørdi munin. Og við eini stórari áskoðarafjøld, sum sjálvandi var ímóti okkum, gjørdist talan um eina ótrúliga uppliving. Men tíverri gjørdust vit altso akkurát ov stuttar.
- Og har er tað altso fyrst og fremst fyrra dystin, sum vit kunnu iðra okkum um. Høvdu vit bara tapt hendan við tveimum ella trimum málum, vildi støðan verið ein heilt onnur. Men tað fáa vit so ikki brúkt til nakað, og avrikið seinna dystin ger so kortini, at vit eru hampuliga væl nøgdar, heldur Una Olsen.
Fakta
WHC Niksic – Stjørnan 26-20 (12-10)
Simona Petersen 9, Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 3, Durita Christophersen 2, Hanna Mikkelsen 1, Vladina Midic 1
Stjørnan – WHC Niksic 28-23 (14-11)
Simona Petersen 12, Joan M. Djordjevic 6, Durita Christophersen 5, Vladina Midic 3, Lovisa Andreasen 3, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 2