Stjørnan-StÍF 31-25 (15-6)
Heimaliðið avgjørdi tað mesta longu fyrstu løtuna, tá tær í dag tóku móti StÍF.
Eftir 20 minuttum stóð 9-2 á talvuni, og tað er ikki ein leiðsla, sum Stjørnan letur frá sær uttan víðari.
Eftir hetta var ferðin ikki heilt tann sama á vertunum, men tær hildu alla tíðina dystinum í einum jarntaki, soleiðis at talan gjørdist um tryggan sigur.
Durita Christophersen og Una Olsen skutu seks mál hvør fyri Stjørnuna. Ninna K. Johansen skoraði 7 ferðir fyri StÍF.