Stjørnan vinnur og missir

Hóast tær aftur hesa ferð kundu fegnast um tvey stig, so var lagið ikki gott í Klaksvík sunnudagin. Aftur hesa ferð mistu tær eina av stuðulsleikarunum

Stjørnan-Tjaldur 36-21 (19-10)


Hondbóltur


- Nei, tað er so heilt sikkurt, at vit hava ikki ráð til at missa enn meira fólk.

Somikið kontantur var venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, tá vit eftir dystin móti Tjaldrinum sunnudagin fingu orðið á hann.

Orsøkin til hetta var, at Stjørnan tíðliga í dystinum misti Annika Ljósstein, tá hendan kom skeivt niður á gólvið.

Dómurin frá læknanum var, at eini trý liðbond í fótinum eru tognað, og í øllum førum kann Annika rokna við at vera úti í einar tríggjar vikur.

Frammanundan hevur Stjørnan eisini mist Adrianau Milodanovic, sum ikki verður tøk fyribils, so breiddin hjá Klaksvíksgentunum kemur veruliga at standa sína roynd komandi dystirnar.


Júst breiddin er tó kanska meira enn nakað annað styrkin, sum Stjørnan hevur fram um hini liðini.

Sunnudagin tóktist í øllum førum greitt, at Tjaldur so slettis ikki hevur nakað at skula mótvegis verandi føroyameistarunum.

Endaliga úrslitið gjørdist 36-21 til heimaliðið, og úr Klaksvík frættist, at sigurin sum einki kundi verið væl størri.

Hjá Tjaldrinum var tað so at siga bert nýggi jugoslavin, sum vísti tenn, og skeyt hon 11 av teimum 21 málunum hjá gestunum.

Ivaleyst eru vónirnar hjá Tjaldur um stig nær tengdar at avrikunum hjá nýggja leikaranum. Móti Stjørnuni rakk hetta ikki, og annað var helst ikki væntandi, men nú tykist tað í øllum førum meira sannlíkt, at Tjaldur fer at gera onkran vørr hetta kappingarárið.


Dystyurin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Anna K. Samson 10, Vesna Tomajek 8(1), Bára Skaale 5, Joan M. Joensen 5, Vesna Radovic 4, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 1

Tjaldur: Melica Ergic 11(4), Beinta Joensen 6, Heidi Jacobsen 3, Kristine Ellingsgaard 1

Brotskøst: Stjørnan 4, Tjaldur 3

Útvísingar: Tjaldur 2

Dómarar úr H71: Kristian M. Skála og Petur S. Dahl