Stjørnur hittast í Spaniastovu

Eftir longri tónleikaferðir fara Eivør og Teitur á fyrsta sinni saman á pall í Spaniastovu hóskvøldið.

 

Eivør og Teitur fara at framføra hvør sær løg úr egnum tónleikaskríni, og tey framføra eisini nøkur jólaløg saman. Strúkikvartettin, tey hava við sær, fer at seta ein serligan dám á í fjálgu jólatíðini í hugnaligu Spaniastovu.

 

Henda rættiliga forkunnuga konsert verður samstundis hin seinasta í Spaniastovu fyri jól.