Stjørnurnar lýsa

Hondbóltur: Stjørnan bankaði Neistan av leygardagin, og kósin tykist longu at vera sett móti FM-heitinum. Neistin er hinvegin í svárum trupulleikum, og skulu tær taka annað skinn um bak, um støðan á stigatalvuni skal betrast

Stjørnan ? Neistin

26-19 (16-7)


Munurin millum bæði liðini, sum leygardagin royndu seg móti hvørjum øðrum í KÍ høllini var ovurhonds stórur. Stjørnuliðið snøgt sagt vant burtur úr Neistanum, og til tíðir var talan um rættuliga eyðmýking. So skjótt sum dysturin byrjaði, tóktist at vera greitt, hvønn veg tað bar, og eftir at Stjørnan hevði lagt seg á odda við # málum, áðrenn Neistin svaraði aftur, øktu klaksvíksgenturnar alla tíðina um munin. Talan var tískil ongantíð um nakran spennandi dyst, og høvdu stjørnurnar megnað at hildið dampinum uppi allan dystin, hevði talan verið um nógv størri málmun. Seinastu 10 minuttirnar fekk neistaliðið 6 mál á rað, men tá var alt langtsíðani avgjørt, og stjørunuliðið sá bara út til at bíða eftir, at dómaraborðið skuldi lata sirenuna ýla.


Styrk úr Rumenia

Hjá Neistanum var merkisvert, at nýggi rumenski leikarin, Iliana Manolescu, var á liðnum leygardagin. Hon hevur tó helst verið nakað ferðamóð, tí hon byrjaði dystin á beinkinum, og við tað at 10 mál longu vóru á muni, tá hon kom inn, hevði hon ongan møguleika at gera nakað við sjálvt úrslitið. Tað er ringt at gera eina meting av hennara evnum sum leikara eftir so stuttari tíð, men ivaleyst man hon gerast ein stórur styrkur hjá Neistanum.

Neistaliðið hevur í løtuni eisini brúk fyri allari hjálp, sum tær kunnu fáa. Nógvir leikarar frá undanfarnum árum eru ikki við longur, og tveir teir seinastu dystirnar hevur Katrin á Neystabø leikt við, hóast hon ikki fær spælt við meira enn hálvari megi.


Sterkt stjørnulið

Seinasta týsdag nevndu vit, at Stjørnan ivaleyst er eitt heitt evnið sum komandi føroyameistari, og hetta tykist ikki vera broytt nakað, seinastu vikuna. Higartil hava tær fingið fulla úrtøku út øllum dystunum, og skal mteast frá spælinum higartil, verður torført hjá hinum liðunum at gera nakað við tær.

Verjuparturin tykist vera sera sterkur, og styrkin í álopspartinum tykist ikki vera minni. Serliga er tað Adryana, sum ger um seg, men tær hava so sanniliga eisini aðrar streingir at spæla uppá. Joan, Annika og Simona hava allar góð skot, og harumframt er leikandi venjarin eisini ein frálíkur spælari. Liðið hevur eisini eina góða breidd, og er tí líkt til, at allar fortreytirnar fyri einari góðari endastøðu skuldu verið til staðar. Í hvussu so er man støðan ikki gerast verri, tá Sólvá Eystberg er komin fyri seg aftur.


Stjørnan: Annika Ljósstein 7 (4), Andriana Milodanovic 7, Vesna Tomajek 4 (1), Simona Hansen 4, Joan M. Joensen 2, Jastrid Gullaksen 1, Anna K. Samson 1

Neistin: Inga Danberg 6 (2), Susan Brockie 5, Katrin á Neystabø 2 (2), Iliana Manolescu 2, Gunnleyg Berg 2, Mildrid Jacobsen 1, Birita Wardum 1

Brotskøst: Stjørnan 5, Neistin 6

Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 4

Dómarar: Hanus Kúrbeg og Hans Thomassen