Stjørnuskotið, Brandur Enni: Undirhald, poppur og Grand Prix


Norðurlandahúsið var fullsett tá fyrsta konsertin við nýggja føroyska stjørnuskotinum, Brandur Enni, fór av bakkastokki klokkan 16 fríggjadagin. Fyrsta konsertin var fyri innbodnum, men so stórur áhugi var fyri almennu konsertini, at fyrireikararnir valdu at hava eina eykakonsert seinni um kvøldið

Konsert: Norðulandahúsið var stúvstappað við innbodnum gestum til fyrstu konsertina við Branduri Enni. Millum gestirnar vóru politikkarar, fjølmiðlafólk, floksfelagar, tónleikarar, stuðlar og onnur, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at útgávuni hjá Branduri. Og at ongin minni enn Pætur við Keldu varð valdur sum upphitari, gjørdi ikki annað enn at borga fyri góðsku. Og sum sagt varð í Norðurlandahúsinum, so er hetta fyrstu ferð føroyingar kundu síggja Pætur á palli síðani nógv umtalaðu luttøkuna í danska Grand Prixnum.

Grand Prix dámur

Tað hoyrdist á klappunum hjá fjøldini, at Pætur er ikki bara ein og hvør. Tá hann kom á pallin, rungaðu lógvabrestirnir í salinum. Í fyrsta umfarið var Pætur einsamallur. Hann byrjaði við at spæla stilla sangin, Gakk tú tryggur, og síðani spældi hann Over the Rainbow. Ein góð byrjan.
Tá Pætur hevði spælt nakrar sangir, komu Jan Zachariassen og Eyðun Nolsøe eisini á pallin. Saman spældu teir løg millum annað eitt lag hjá Paul McCartney, Junk og eitt lag av fløguni, sum Norðoya Sparikassi gav út.
Eyðun og Jan fóru síðani aftur av pallinum, og inn trein Tóra við Keldu. Ongin ivi var um, hvat lag nú var á skránni. Som en drøm kom eisini til sín rætt á konsertini. So tað var ikki uttan grund, at Pætur og Tóra vórðu fylgd av lógvabrestum, tá tey fóru av pallinum.

Ósmæðin

Nógvir av Føroya bestu tónleikarum eru við á fløguni, Waiting in the Moonlight, hjá Branduri. Talan er millum annað um Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, James Olsen, systrarnar Arnfríð og Rannvá Lützen, Karl Martin Samuelsen og Niclas Johannesen. Og kórið mannaðu eisini Eyðun, Kim, James, Arnfríð og Rannvá. Síðani trein Brandur á pallin. Hann var ósmæðin og smæddist ikki við at dansa og hoppa, sum ein onnur poppstjørna. Við sær hevði hann dansarar, sum góvu showinum eitt eyka pift uppeftir.
At unglingin dugdi tað hann skuldi var ongin ivi um. Hann hevur eina reina og klára rødd, og hann var allatíðina miðpunktið í framførsluni. Tað einasta, ið kanska var at fílast á var ljósið. Ljósuppsetingin var eitt sindur keðilig. Fyri tað fyrsta, so var pallurin heldur myrkur, og tað gjørdi, at um tú sat langt burturfrá, so sást tú ikki so væl. Eisini tá "spot-ligth" var brúkt, so kundi tað til tíðir tykjast sum um Brandur gjørdi alt fyri ikki at standa í "spot-light". Høvdið ella eitt sindur av kroppinum var mestsum allatíðina uttanfyri, og kundi hetta ikki vera sørt ørkymlandi. Á gólvinum stóðu stórir ljóskastarar, sum lýstu beint á áskoðarafjøldina, og tá teir fóru at blunka kundu teir mestsum blenda áskoðararnar, og ein kann siga, at hetta var ikki nakað serliga behagiligt. Men hesum undantikið, so varð tiltakið uttan iva ein brakandi succes.
Stjørnuskotið framførdi nakrar enskar sangir, og eini tveir føroyskar. Alt í alt var konsertin um ein góðan tíma til longdar.

Sjónbandalag

Sum rosinan í pylsuendanum fekk áskoðarafjøldin eisini høvi at síggja nýggja sjónbandalagið, sum er gjørt til eitt av løgunum, Waiting in the Moonlight, sum eisini er heitið á fløguni. Tað er Media Music í Keypmannahavn, sum hevur gjørt sjónbandalagið, sum er upptikið í Føroyum. Talan er um eina rættiliga professionella samanseting við eini lítlari søgugongd, har Brandur er "hetjan".
Tá konsertin var liðug fingu teir Brandur og nakrir av luttakarunum, samskiparin, Steintór Rasmussen og nøkur av hjálparfólkunum handað blómutyssi og rósur. Allir floksfelagarnir hjá Branduri komu upp á pallin við eini rósu í part. At enda hevði pápabeiggi Brandur, Birgir Enni skipað fyri, at øll fingu okkurt leskiligt. Borðreitt var við øðum og rækjum í einum rúmi í Norðurlandahúsinum.
Eitt væleydnað tiltak við fjølbroyttum, melidiøsum popptónleiki, sum fellur lætt í oyrað.