Stjala olju í Suðuroy

Seinastu tíðina hevur løgreglan í Suðuroy fingið fimm fráboðanir um, at onkur hevur stolið olju. Talan er um oljustuldur úr bæði bátum, bilum, einum lítlum virkisbygningi og einum sethúsum, har eigarin varð norðanfyri.

Stuldrarnir hava allir verið í Vági og á Tvøroyri og teir hava allir verið um náttina.

Løgreglan ivast ikki í, at oljustuldrarnir hava samband við tann høga oljurprísin.

Fyribils hevur løgreglan ikki frætt frá nøkrum, sum hevur varnast nakað illgrunasamt.

Men hevur onkur sæð okkurt, frættir løgreglan í Suðuroy fegin.

Løgreglan sigur, at tey hava illgruna til onkran ávísan, men enn er onki ítøkiligt at halda fast um.

Men annars heitir løgreglan á fólk um at tryggja sær tangarnar við hongilási. Á sethúsum ber til at fáa lás á tangan og lata oljufelagnum lykilin og so verður tangin fyltur, tá ið tørvur er á tí, so tað er ongin ómakur av tí.

Sunnumorgunin varð eisini innbrot á Seglloftinum á Tvøroyri. Tjóvurin hevur brotið eitt sprossavindeyga og hevur krøkt knarvan av og er komin sær inn tann vegin.

Vindeygað er brotið, men annar er tjóvurin farin serstakliga varliga um, men hann slapp so avstað aftur við umleið 800 krónum, sum lógu í kassanum.